Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Týsdagin 25. apríl kl. 16.00 verður flaggdagshald í ítróttarhøllini á Giljanesi.

Sum vant, verður skrúðgonga úr Miðvági og Sandavági inn á Giljanes.
Byrjað verður at ganga frá bygdaskúlanum í Miðvági kl. 15.40, og frá Virkishúsinum við ánna í Sandavági kl. 15.40.

Skótalið Mikkjals á Ryggi skipar fyri skrúðgonguni. Vónandi møta ítróttarfeløg og onnur fjølment til skrúðgonguna.

Í høllini bjóðar borgarstjórin, Bjarni Prior, vælkomin. Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF forseti, heldur flaggrøðuna og Sørvágs tónleikarafelag spælir.

Kvøldskúlaframsýning verður eisini flaggdagin.

Vevingin sýnir fram í Gamla skúla í Sandavági. Hinar lærugreinarnar sýna fram í fimleikahøllini á Giljanesi.

Framsýningarnar hava opið frá kl. 15.00 til kl. 18.30
Aftaná flaggdagshaldið syngur Vágakórið, og gittarnæmingar hjá Holgari Jacobsen framføra.

Skótarnir selja kaffi/te, vaflur og køku.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo