Um tú ert fátækur, men vilt verða ríkur, veldst ikki so nógv um hvat tú tjenar, sum hvussu tú hugsar
- George Gilder

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Btsf.fo: Borðtennissamband Føroya hevur í dag havt eykaaðalfund, og har var einans eitt evni á skránni - nevniliga nevndarval. Formaðurin seinastu góðu tvey árini, Andras Nolsøe, tók ikki við afturvali sum formaður, av tí at hann hevur fingið nýtt starv sum ítróttarráðgevi í ÍSF.

Elinborg C. Mortensen hevur tikið við sum forkvinna. Hon hevur fram til nú verið næstforkvinna. Elinborg er roynd bæði sum leikari og í nevndararbeiði, og vit ivast tískil ikki í, at hon fer at røkja formanssessin væl. Hon er fyrsta forkvinna í Borðtennissambandi Føroya.

Sjúrður Olafsson er nýggjur í starvsnevndini og tekur við sum næstformaður og skrivari. Tveir nevndarsessir í kappingarnevndini vóru eisini fyri vali, men her heldur nevndin fram óbroytt við Peteri Hentze Niclasen sum formanni, Vagni Nolsøe sum næstformanni og Kai Roest sum nevndarlimi.

Rógvi Thorsteinsson, sum í mong ár hevur verið kassameistari og hevur umsitið tann fíggjarliga partin meistarliga væl, takkar nú eisini fyri seg í nevndini. Borðtennissamband Føroya takkar honum fyri stóra arbeiðið og ynskir Randi Louisu Nolsøe vælkomnari sum nýggjan kassameistara.

Hetta var annað skeiðið, sum Andras Nolsøe røkti sum formaður í Borðtennissambandi Føroya. Hann var formaður árini 2003 til 2009, og eftir at hava búð uttanlands eitt skifti, var hann aftur fúsur at taka við formanssessinum tá ið heitt varð á hann í oktobur 2017.

Andras hevur verið oddamaður í einari menningarætlan, sum varð løgd fyrst í 2018 fyri at fremja tiltøk, ið kundu vera við til at serliga betra um breiddina í føroyskum borðtennis, og fruktirnar eru heystaðar við stórari øking í luttakaratali til kappingar og einum virkisfúsum ungdómslandsliði.

Á nevndarfundum uttalands í norðevropeisku-, evropeisku- og altjóða borðtennissamgonguni hevur Andras verið trúfast umboð vegna Borðtennissamband Føroya, og fyrikomandi og dugnaligur sum hann er, hevur hann verið við til at skapt dýrmett sambond og samstørv út í heim.

Vit í føroyskum borðtennis harmast um, at Andras Nolsøe má fara frá okkum sum formaður, men fegnast hinvegin um, at ÍSF hevur fingið ein dugnaligan ítróttarráðgeva. Um enn í minni mun, so vóna og vænta vit, at vit framvegis fara at síggja Andras í føroyska borðtennisumvhørvinum.

Meðan vit takka Andrasi Nolsøe fyri hansara íkast í føroyskt borðtennis og ynskja honum bestu eydnu í nýggja starvinum, so ynskja vit Elinborg C. Mortensen vælkomnari sum forkvinna og ynskja henni somuleiðis bestu eydnu í nýggja leiklutinum.

Starvsnevndin
Elinborg C. Mortensen, forkvinna
Sjúrður Olafsson, næstformaður/skrivari
Randi Louisa Nolsøe, kassameistari

Kappingarnevndin
Peter Hentze Niclasen, formaður
Kai Roest, nevndarlimur
Vagnur Nolsøe, nevndarlimur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo