Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré

Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré

Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré

Elinborg útgevur í dag eitt dupult staklag, og eitt sjónbandalag. Løgini bera heitini ‘’Byrjan’’ og ‘’Í Verju tíni’’, og snúgva seg um ósunnan kærleika.

Føroyska songkvinnan hevur seinasa árið, gjørt nógv um seg í Europa, har hon hevur spælt óteljandi konsertir, og útgav í fjør sína vælumtøktu EP ‘’Vera’, har tekstirnir vóru so mikið væl úr hondum greiddir at teir vóru tilnevndir til ‘’Ársins tekstir’’ á FMA (Faroese Music Awards).

Elinborg er nú klár aftur við nýggjum tónleiki, og her greiðir hon frá, hvat løgini snúgva seg um:

‘‘Í Verju tíni og Byrjan, eru tvey løg, ið snúgva seg um kærleika. Eg havi roynt at sett orð og ljóð á, hvussu kærleiki kann verða vakur, og tryggur, men eisini hvussu ræðandi tað kann vera, tá man missur seg sjálvan burtur á ferðini.’’

Løgini er framleitt saman við Gretu Svabo Bech, og Fred Ruddick, og tekur lurtaran viđ á eina droymandi ferð, ígjøgnum eina myrka, kensluborna, men eisini vónríka ljóðmynd.

Elinborg er kunngjørd, at spæla á kenda festivalinum í Hollandið ‘’Castlefest’’ 2023, og nógv annað spennadi er fyri framman.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo