Um tú ert fátækur, men vilt verða ríkur, veldst ikki so nógv um hvat tú tjenar, sum hvussu tú hugsar
- George Gilder

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Starvsfólk og búfólk á Ellisheiminum í Havn hava fingið heiðurin fyri ársins átak hjá Heilsu- og umsorganartænastuni í Tórshavnar kommunu.

Tey fingu heiðurin fyri serstakan loppumarknað, ið tey skipaðu fyri í ár. Talan var um loppumarknað við gloymdum klæðum, sum hava hópað seg upp á Ellisheiminum gjøgnum árini.

Ágóðan av søluni fingu búfólkini. Øll fingu tey heimagjørda innbjóðing til at fara á kafe í býnum. Tey, ið ikki høvdu møguleika at fara so langt, fóru á kafe í kjallaranum á Ellisheiminum og fingu fína køku úr býnum.

Á hvørjum ári velur Heilsu- og umsorganartænastan í Tórshavnar kommunu ársins átak. Ársins átak er átak, sum á einhvønn hátt kann metast sum serligt, bæði í mun til góðsku og sum brýtur frá vanliga gerandisdegnum. Átakið skal gagna borgarum, sum fáa tænastu frá Heilsu- og umsorganartænastuni.

Ein dómsnevnd velur millum innkomnu uppskotini, sum í ár vóru 6 í tali. Í ár hevur dómsnevndin valt at heiðra starvsfólk og leiðslu á Ellisheiminum fyri at hava skipað fyri serstøkum loppumarknað á Ellisheiminum, har bæði búfólk og avvarðandi vórðu bjóðað við. Talan var um loppumarknað við gloymdum klæðum, sum hava hópað seg upp á Ellisheiminum gjøgnum árini.

Ágóðan av søluni fingu búfólkini. Øll fingu tey heimagjørda innbjóðing til at fara á kafe í býnum. Tey, ið ikki høvdu møguleika at fara so langt, fóru á kafe í kjallaranum á Ellisheiminum og fingu fína køku úr býnum.

Átakið tekur støði í endamálinum, at búfólkini skulu hava ein innihaldsríkan og virknan gerandisdag. Hetta leggur Ellisheimið stóran dent á. Eisini er hetta í samsvari við politikkin hjá Heilsu- og umsorganartænastuni, at búfólk á røktarheimum skulu kenna seg sum part av felagsskapinum.

Við hesum átaki hava búfólkini virknan leiklut í nærumhvørvinum, har nærumhvørvið kemur inn á Ellisheimið, eins og Ellisheimið fer út í nærumhvørvið.

Átakið við loppumarknaðinum er sera gott høvi at savna búfólk og avvarðandi til eitt hugnaligt tiltak, sum eisini hevur nógv annað í sær. Starvsfólk hava sjálvi staðið fyri, og ágóðin fellur aftur á búfólkini sum felagsskapur.

Aftrat er talan um týðiliga hugsan um endurnýtslu samsvarandi við heimsmál um umhvørvið.

Átakið er somuleiðis góð fyrimynd og lætt at skipa á øðrum røktarheimum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo