Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Lutakast hevur verið í Nyon í Sveis, og nú er greitt, hvørjum londum føroysku U17- og U19-landsliðini við dreingjum skulu spæla ímóti í fyrsta umfari í EM-undankappingunum, sum verða í oktober og november komandi ár.

Og sum nakað nýtt, skal føroyska U18-landsliðið eisini taka lut í kapping, sum í stóran mun verður spæld eftir sama leisti sum UEFA Nations League, skrivar Fótbóltssambandið.

U17-dreingirnir komu í bólk 5, saman við Turkalandi, Russlandi og Gibraltar. Kappingin verður spæld í Turkalandi frá 5. til 12. oktober 2020.

Lutakastið fyri U19-landslið háttaði seg soleiðis, at Føroyar komu í bólk 13. Og talan gjørdist um rættuliga sterka mótstøðu fyri okkara dreingir. Føroyar skulu møta Spania, Belgia og Finnlandi. Kappingin verður í Belgia frá 10. til 17. november komandi ár.

Men tað eru ikki bara U17 og U19, sum skulu spæla undankappingar komandi ár. Sum nakað nýtt fer UEFA eisini at skipa fyri undankapping fyri U18-landslið, og verður hendan kapping í stóran mun spæld eftir sama leisti sum UEFA Nations League. Í hesari undankapping spæla londini seg víðari til U19-endaspælið, sum verður í 2022.

U18-landsliðið kom í bólk C3, saman við Andorra, Montenegro og Aserbadjan. Bólkur C3 verður spældur í Andorra frá 22. til 28. september.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo