Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Við heili 12 konsertum endar Vetrarjazz 2019 við einum braki í vikuskiftinum.

Byrjað verður á Hvonn í dag kl 17.00 við John Scofield Playbook og síðan verður hildið fram líka til sunnudagin kl 16.00 í Norðurlandahúsinum, tá barnakonsertin “Nu ska vi u å sejle” er á skránni.

Í Reinsarínum verða tvær útgávukonsertir í kvøld fríggjakvøldið við ávikavist Afenginn og Rógva Kvintett. Í Perluni verður free-jazz, meðan kvøldið endar í Blábar við feitum afro-jazz rútmum.

Leygardagurin byrjar í SMS við norðurlendskum jazzi frá GJJS-kvartett. Síðan verður hildið fram við fýra konsertum í Norðurlandahúsinum: Musikkskúla Miðnámi, sum framføra tónleik eftir Afenginn, íslendskt/føroysku Ingi Bjarni Trio, norskt/føroysku Karl Bjorå’s Aperture og so stóra høvuðsnavnið Tórshavnar Big Band, sum spælir ein konsert við føroyskum tónleiki burturav.

Leygarkvøldið endar við einum braki niðri á Reinsarínum við trýdupultari konsert, sum fer at seta rættiligt lív í.

Fyrsti bólkurin á skránni er funk-pop bólkurin Funskjón. Næst eru norsku GURLS, sum fáa lív í eina og hvørja áhoyrararfjøld og spæla seg beint inn í teirra hjørtu og dansimusklar.

Og til síðst verður tað festligur ska tónleikur við KannSka við Guðruni Sólju Jacobsen á odda.

Og tað besta? 9 av konsertunum er púra ókeypis!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo