Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

("The same procedure as every year, James.")

Bretar hava eina vending, sum ljóðar “set the scene/stage for something”. Eg veit av góðum grundum ikki, hvør tað er, sum velur evnini til árliga Fiskivinnutingið í Klaksvík, men heldur ikki hesaferð viðgjørdi Fiskivinnutingið føroyska fiskivinnu sum so.

Aftur hesaferð (umaftur og umaftur) “var the stage set for” kjak um ferðandi fiskastovnar, um uppsjóvartilfeingi, uppsjóvarrættindi, uppsjóvaraktørar og uppsjóvarfiskiskap – hvør skal hava, hvussu nógv, við hvørjum treytum og ímóti hvørjum gjaldi.

Føroysk fiskivinna var og er meira enn ferðandi fiskastovnar, men í myndatalu hevur Fiskivinnutingið vassa í siroppi í áravís: innihaldið á Fiskivinnutinginum hevur verið sum afturvendani sendingin “90 ára føðingardagurin” í KVF á nýggjárinum.

Pallurin á Fiskivinnutinginum hevur verið kjak um uppsjóvartilfeingi og bert tað.

Men hvør setur egentliga pallin á Fiskivinnutinginum?

Hvør tekur avgerð um, hvørji evni skulu viðgerast?

Er tað veruliga so, at Jón Brian Hvidtfelt einsamallur setur pallin og um ikki, hvør ella hvørji gera tað so?

Jón Briani Hvidtfelt hevur verið afturvendandi vertur og hesaferð hevði hann programleiðaranum í KVF sum hjálpara.

Sum hyggjari, so haldi eg, at vit eiga at verða upplýst um, hvør tekur avgerð um kjakevnini á Fiskivinnutinginum og hvussu hesi verða vald.

Nú vit tosa um torradagar og torrafisk, nær man botnfiskatilfeingi á landgrunninum, botnfiskarættindi á landgrunninum, botnfiskaktørarnir á landgrunninum og botnfiskiskapurin á landgrunninum fara at vera kjakevni á Fiskivinnutinginum?

Sokallaðu uppsjóvaraktørarnir (gamlir eins og nýggir) hava so ella so heilt ella partvís longu yvirtikið stóran part av botnfiskarættindunum á landgrunninum.

Spurningurin er um kjakevnið á Fiskivinnutinginum verður broytt, tá henda yvirtøka er vorðin endalig?

Tvs., at tá verður bjóðað til kjak í Klaksvík millum SOMU aktørar sum frammanundan, men nú um botnfiskarættindi og botnfiskiskap á landgrunninum eftirsum hesir tá, umframt at vera uppsjóvaraktørar, eisini eru vorðnir einastu botnfiskaaktørarnir.

Livst so spyrst.  

Soleiðis sum Fiskivinnutingið hevur verið skipað, hví so ikki kalla ein spaka fyri ein spaka og kalla Fiskivinnutingið á Torradøgum fyri Uppsjóvartingið á Torradøgum.

Argir 25. febr. 2021
Óli Jacobsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo