Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hevur tú sjokulátasmákøkur liggjandi, so er best at kanna eftir, at tær ikki eru av einum av sløgunum sum framleiðarin hevur afturkallað, tí tær eru ikki egnaðar til mannaføði.

Tær hava ella kunnu hava metalpetti í sær, og tað kann skaða munn, tenn, svølg og sodningarleiðina, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan, sum mælir fólki til at beina vøruna burtur ella fara aftur í handilin við henni.

Talan er um fleiri ymisk sløg av smákøkum, sum hava tað í felag, at tað eru Coop Danmark, Salling Group ella Dagrofa sum umboða, og køkurnar eru seldar í fleiri handlum í Føroyum.

- Talan er um sløgini: Coop Cookiies Choco buttons and dark chocolate, Coop Cookies White chocolate and cranberries; Salling Chocolate Chip og Finton´s Chocolate Chip Cookies, Gestus Tripple Cookies og Gestus Rainbow Cookies, skrivar Heilsufrøðiliga Starvssstovan.

Her sæst fullfíggjaður listi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo