Um tú ert fátækur, men vilt verða ríkur, veldst ikki so nógv um hvat tú tjenar, sum hvussu tú hugsar
- George Gilder

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Gott lag á KÍ spælarum og teirra nærmastu fjepparum eftir 7-6 sigurin í Gøteborg mikukvøldið - Mynd: Sverri Egholm / portal.fo

Gott lag á KÍ spælarum og teirra nærmastu fjepparum eftir 7-6 sigurin í Gøteborg mikukvøldið - Mynd: Sverri Egholm / portal.fo

Gott lag á KÍ spælarum og teirra nærmastu fjepparum eftir 7-6 sigurin í Gøteborg mikukvøldið - Mynd: Sverri Egholm / portal.fo

FSF: Í samráð við feløgini, hevur kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya í fyrstu atløgu avgjørt, at tríggir dystir í landskappingini, og ein dystur í steypakappingini vera fluttir til annað dato.

Orsøkin er góðu úrslitini hjá KÍ og B36 í ávikavist UEFA Champions League og í UEFA Conference League.

Dysturin millum 07 Vestur og B36, sum skuldi vera sunnudagin 6. august, er fluttur til mánadagin 7. august, samstundis sum dysturin millum EB/Streym og KÍ, ið eisini skuldi verði spældur komandi sunnudag, er útsettur til mikudagin 27. september.

Harafturat er dysturin millum Víking og KÍ, sum skuldi vera í Gøtu sunnudagin 13. august, framskundaður til fríggjadagin 11. august.

Hesar broytingar hava við sær, at seinna hálvfinalan í kappingini um Løgmanssteypið millum B68 og EB/Streym, sum skuldi vera á Svangaskarði 27. september, í staðin verður spæld mikudagin 20. september.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo