Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað ræður um at halda tunguna mitt í munninum tá tú ert í leiðandi starvi, tað hava fleiri verið noydd at sanna og eisini biðið um umbering ella beinleiðis eru tey revsað fyri brot á lógir ella fyriskipanir. Sum oftast eru tað menn, sum hava forbrotið seg, men ikki altíð, og nú hevur forkvinnan í donsku samtøkuni av fakfeløgum, Fagbevægelsens Hovedorganisation (FH), nú biðið um umbering fyri ákærurnar, sum hava ljóðað ímóti henni í eina tíð.

Danskir miðlar hava skrivað, at fleiri menn sum starvast saman við Lizette Risgaard hava kært hana, tí hon oftani fer um mark, og tað vilja teir ikki finna seg í.

Og nú hevur hon so biðið um umbering.

Ekstrablaðið skrivaði, at ágangandi atburðurin millum annað snýr seg um ein brest í afturpartin og at hendurnar hjá henni annars hava verið har, sum menninir ikki brýggja seg um, umframt ljótan málburð.

Les svarið hjá Lizette Risgaard niðanfyri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo