Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Viðmerkingar frá Fakfelagssamstarvinum til Búskaparfrágreiðingina.

Hósdagin 1. septembur legði Búskaparráðið fram hálvárligu búskaparfrágreiðingina.

Ein røð av samfelagsligum og búskaparligum viðurskiftum vóru umrødd og samanumtikið var víst á, at tað gongur gott í Føroyum.

Stórt avlop er á handilsjavnanum, arbeiðsloysið er metlágt, BTÚ er tvífaldað síðani 2010, árligi prísvøksturin var 7,3% í 2. ársfjórðingi og búskapurin er komin seg sera væl aftur, eftir korona, og vøksturin væntast at náa heili 11,2% í 2022.

Lagt var til merkis, at privatanýtslan framvegis er týðandi ískoyti til búskaparvøksturin, men samstundis var eisini lagt til merkis at vísitalið, sum gevur ábending um hýrin hjá húsarhaldinum, hevur verið fyri bakkasti.

Búskaparráðið metir, at privata nýtslan helst kann gerast størri enn lægra bjartskygnið vísir á.

Fakfelagssamstarvið vil tó vísa á, at fyri at varðveita bjartskygnið og harvið góða ískoytið til føroyska búskapin er alneyðugt, at almenni myndugleikin áhaldandi tryggjar góð arbeiðskor hjá lønmóttakarum. Her eru viðurskifti sum løn og longd á arbeiðviku sera týðandi.

Við góða búskaparvøkstrinum og lága arbeiðsloysinum er tíðin búgvin at geva hesum viðurskiftum enn meira ans.

Búskaparráðið vísti eisini á avbjóðingarnar við, at vit gerast alsamt færri í arbeiðsførum aldri í mun til tey eldru. Hetta setur búskaparlig trýst á samfelagið.

Tí tekur Fakfelagssamstarvið fult undir við orðunum hjá formanninum í Búskaparráðnum um, at farast má undir at umskipa eldraøkið, soleiðis at aðrir bústaðarmøguleikar, enn eldrasambýli og ellisheim, verða settir á stovn. Hetta fer at betra um raksturin av økinum og fleiri eldri fáa ein betri ellisár.

Arbeiðsloysið í Føroyum er metlágt og stóru tørvur er á arbeiðsmegi í at kalla øllum vinnugeirum í landinum.

Fakfelagssamstarvið tekur tí fult undir við Búskaparráðnum viðvíkjandi teirra tilmæli um arbeiðsmarknaðin og vil saman við Búskaparráðnum heita á Føroya Landsstýri, um at avtaka stuðulsskipanir og skattafrádráttir til tey, sum arbeiða uttanlands.

Landsstýrismaðurin í almannamálum hevur ætlanir um at seta í verk skipan, sum letur foreldrum pening fyri at ansa børnum sínum heima; pengarnir skulu sambært landsstýrismanninum fylgja barninum. Búskaparráðið vísir á tað óhepna við, at borgarar verða eggjaðir at fara av arbeiðsmarknaðinum. Hesum er Fakfelagssamstarvið púra samt í.

Ein skipan, ið eggjar foreldrum at fara heim at ansa sínum børnum verður ein vanlagna fyri føroyska samfelagið og serliga fyri føroysku kvinnuna, sum á hendan hátt verður førkað av arbeiðsmarknaðinum.

Lívslønin hjá føroysku kvinnuni er longu, sum er, sera lág sammett við lívslønina hjá manninum.

Verður skipanin sett í verk, fær kvinnan færri starvsroyndir og samanlagt lægri starvsaldur og hetta er óheppið fyri lønarlagið hjá kvinnuni, tá hendan, eftir at hava ansað sínum børnum heima, fer út aftur á arbeiðsmarknaðin. Fylgjurnar verða, at mangar kvinnur als ikki koma á arbeiðsmarknaðin aftur.

Aftrat hesum vil hetta eisini hava sera ringa ávirkan á pensjónsuppsparingina hjá kvinnuni, sum longu frammanundan er eftirbátur á hesum økinum.

Fakfelagssamstarvið tekur tí fult og heilt undir við tilmælinum hjá Búskaparráðnum um at strika ætlanirnar um, at peningurin skal fylgja barninum.

Fakfelagssamstarvið

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo