Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroyska U21-liðið hevur fyrireikað seg væl til uppgávuna móti Andorra - Mynd: Oliver Joensen / Norðlýsið

Føroyska U21-liðið hevur fyrireikað seg væl til uppgávuna móti Andorra - Mynd: Oliver Joensen / Norðlýsið

Føroyska U21-liðið hevur fyrireikað seg væl til uppgávuna móti Andorra - Mynd: Oliver Joensen / Norðlýsið

FSF: Vit skulu skrúva tíðina aftur til 11. august í 2010, tá føroyska U21-landsliðið seinast møtti Andorra í EM-undankappingardysti. Dysturin varð spældur á Ovara vølli í Gundadali, og úrslitið móti lítla fjallalandinum millum Spania og Frankaríki gjørdist 3-1 til Føroyar.

Tað var annars Andorra, ið var á odda í steðginum, men tá dysturin var av, høvdu Wentzel Ragnarsson, Rógvi Baldvinsson og Kristoffur Jacobsen við hvør sínum máli syrgt fyri, at øll stigini vórðu verandi í Føroyum.

Eitt lítið ár frammanundan møttust liðini í Andorra, og tá endaði við javnleiki 1-1. Føroyski málskjúttin ta ferðina var Jóan Símun Edmundsson.

Fríggjadagin byrjar so ein nýggj EM-undankapping, og eins og fyri skjótt fjúrtan árum síðani, eru Føroyar og Andorra aftur í sama bólki.

Føroyski hópurin savnaðist mánadagin, og síðani hava í alt fýra venjingar verið á skránni, sum hava verið í Klaksvík og á Tórsvølli. Og sum heild eru allir væl fyri og klárir til komandi uppgávu við Djúpumýru í Klaksvík.

– Eg vænti, at vit koma at hava nakað av spæli, men teir duga eisini at spæla bólt. Andorra fekk eitt rættiliga gott úrslit í fyrsta dystinum – javnleik í Hvítarusslandi. Tað verður helst ein lívligur fótbóltsdystur, og so vóna vit sjálvandi, at vit kunnu verða tað betri og fáa tað at koppa til okkum og vinna. Tað er í øllum førum tað, vit fara eftir, segði venjarin, Eyðun Klakstein millum annað við portal.fo fyrr í vikuni.

U21 EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Andorra byrjar klokkan 18:00. Atgongumerki fáast til keyps í Nethandilinum á FSF.fo. Kostnaðurin er 95 krónur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo