Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Myndin er tikin í samband við startskotið til Faroencers, sum var í Norðurlandahúsinum fyrr í ár, har tey sum eru við fingu frálæru at gera smáfilmar til sosialar miðlar. Luttakararnir á myndini erui: Noe Chaparro, Harriet Olafsdóttir Av Gørðum, Beinta Haraldsen, Dan Helgi í Gong, Tórik Ábraham Rouah, Silja Egholm og Steintóra Erhardsdóttir. Við á myndini er Mette Willert, skeiðshaldari, og Olivia Døgg Fríðfinnsdóttir, Marta Káradóttir og Alda Magnusardóttir Egilstrøð, sum starvast á Visit Faroe Islands

Visit Faroe Islands: Visit Faroe Islands fer í næstum undir nýtt og spennandi átak á sosialu miðlunum. Sjey ymiskir føroyingar fara at framleiða tilfar, sum vísur hvussu lívið og gerandisdagurin hjá teimum sær út.

Endamálið við nýggja átakinum, ið ber heiti Faroencers, er at menna søguna um Føroyar úti í heimi. Faroencers er eitt tilgjørt orð, har spælt verður við Faroese og influencers (á føroyskum kallast ávirkarar).

Í fyrstu atløgu er avtala gjørd við 7 fólk við fjølbroyttum áhugamálum, sum koma ymsastaðni  úr landinum.

Visit Faroe Islands hevur seinastu árini samstarvað við ein hóp av útlendskum myndafólkum og ávirkarum, ið hava ein sterkan fylgjaraskara á teim sosialu miðlunum. Glæsiligu myndirnar hava gjørt sítt til, at umheimurin hevur fingið eyga á Føroyar sum ferðamál, men hugurin at vita meira um Føroyar er enn stórur, og nú er tíðin búgvin at gera tillagingar.

Tórik Ábraham Rouah, sum býr undir Gøtueiði, er ein av luttakarunum, og hann fer at framleiða smáfilmar, ið óivað eru forkunnugir hjá fleiri føroyingum – frá at klúgva í drangum, at svimja við stórhvali og at rógva við hav-kajakk. Hann ivaðist ikki, tá hann varð biði at luttaka:

“Eg haldi tað vera fantastiskt og faktiskt eisini fyri neyðini, at føroyingar nú sleppa meira framat, eg eri spentur at vísa mína síðu av Føroyum fram. Eg gleði meg eisini at síggja, hvat hinir luttakararnir koma við, tí teir hava nógv spennandi at siga frá”

Fjølbroyttir smáfilmar um Føroyar
Talan verður um smáfilmar – sokallað “reels”,  sum í mesta lagi er ein minutt til longdar. At framleiða slíkt tilfar er krevjandi, og krevur ávísar førleikar,  tí hava allir luttakararnir fingið frálæru frá serfrøðingi innan økið.

Fyrstu smáfilmarnir verða lagdir út fyri jól, og síðani verður tilfarið framleitt og lagt út við jøvnum millumbili komandi árið. Luttakararnir hava fingið fríar teymar, at velja hvørji evni verða lýst, talan verður um fjølbroytt tilfar – frá bindiklubbi til gudstænastu til býarlívið og fjallgongu.

Silja Egholm úr Froðba er yngsti luttakarin. Gerandisdagurin hjá henni myndast m.a. við kreativum bindi-verkætlanum, vegansk matgerð og at vera úti í náttúruni. Hesi evni verða lýst í tilfarinum, sum hon fer at framleiða. Um nýggja átakið sigur hon:

“Hetta er eitt spennandi og tíðarhóskandi átak, ið gevur innlit í gerandisdagin hjá ymiskum føroyingum. Eg elski at vera kreativ uppá ymsar mátar, so hetta er ein gyltur møguleiki, at menna meg gjøgnum videoupptøkur, filmsviðgerð og annað”

Føroyingar skulu kenna seg aftur í marknaðarføringini
Arbeitt hevur verið í longri tíð við at framleiða tilfar, ið vísir eina fjølbroytta mynd av Føroyum -  frá søgum um seyð og slakt til list og mentan, tónleik og føroyskan matsið. Við Faroencers verður eitt stig tikið afturat á hesi leið.

Í arbeiðinum við at gera eina Ferðavinnuætlan fram ímóti 2030, kom til sjóndar, at føroyingar ynskja at síggja enn fleiri lokalar søgur í marknaðarføringini. Nýggja átakið er eitt úrslit av hesum arbeiði.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo