Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Sambandsflokkurin: Í morgun legði landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Rutt Vang, fram fíggjarlógaruppskotið hjá landsstýrinum fyri 2024.

Tað var ikki hugaligur lesnaður, tá tað sást, at landsstýrið væntar at hava 64 milliónir kr. í halli komandi ár.

Eftir framløguna hjá landsstýriskvinnuni stendur ein spyrjandi eftir: hvat varð av gyltu vallyftunum?

Hvar varð skattalættin av, og hvussu við styttu arbeiðsvikuni?

Javnaðarflokkurin lovaði undan valinum at gera húsarhaldsvørur bíligari, har ímillum breyð og frukt, nær verður tað lyftið útinnað?

Fíggjarpolitiska regluverkið, ið hevði til frama at tryggja haldførið í búskapinum, var hjartabarnið hjá Framsókn til løgtingsvalið – hvar varð lovaða haldførið av, Rutt Vang?

Vallyftini tykjast at verða parkeraði, ístaðin er tað eykagjøld á vinnuna, sparingar og lántøka, ið samgongan noyðist at taka til, fyri at fíggja gildið.

Umframt hetta, so verður ríkisveitingin niðurlagað í óðum verkum, og ongar inntøkur eru settar ístaðin.

Hóast fíggjarlógin gevur ábendingar um undirskot, so tykist samgongan ongar ætlanir hava at venda gongdini – heldur ikki neyðuga framfýsni til at gera neyðugar raðfestingar, tá tað kemur til nýskipanir.

Fleiri smáar sparingar er ikki nokk til at venda gongdini - her má nýhugsan til!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo