Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mentan

Tá Rebekka og Jákup eru saman kynsliga, fara tey út um mørk. Vinkonan ákærir Jákup fyri neyðtøku, men Rebekka vil ikki lurta. Hon hugsar bara um at linna egnu pínu. Spakuliga fatar hon, hvat veruliga er hent.

Sæla hevði frumsýning í Norðurlandahúsinum og var í vikuni sýnd í Løkshøll. Nú eru fleiri sýningar settar á skrá, og tær byrja í komandi viku, tá Sæla verður sýnd í Havnar Bio mánadagin, týsdagin og mikudagin. Síðani verða sýningar í SALT í Suðuroy og í Mentanarhúsinum í Fuglafirði seinni í februar.

Filmurin varð róstur eftir fullsettu frumsýningini. Høgni Djurhuus skrivaði í sínum ummæli, at ”Katrin Joensen-Næs hevur gjørt ein gløggan, viðkomandi film, eina filmsperlu.”

Og filmumælararin Birgir Kruse skrivaði, at ”filmurin er bæði góður og týdningarmikil”, og hann legði afturat, at ”eins framúr í nýggja stuttfilminum er realljóðið, tá kvinnuligi høvuðspersónurin fleygar sær, og so tónleikurin, ella rættari ljóðrøddirnar, ið eru uttan fylgispæl. Framúr avrik, ið flytur føroyska filmsframleiðslu nógvar sekvensir fram.”

Hesar eru dagfestingarnar fyri komandi sýningarnar:

13., 14. og 15. februar í Havnar Bio

23. februar í Mentanarhúsið í Fuglafirði

25. februar í SALT

Leikstjóri er Katrin Joensen-Næs, ið áður hevur leikstjórnað Ábyrgd, sum eisini fekk góð ummæli og varð handað sálarheilsuvirðislønina frá Sinnisbata.

Leikarar eru Bjørk Búadóttir Tórgarð, Edvin H. Niclasen og Ebba Malena Debess Thomsen.

Aldursmarkið er 15 ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo