Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Farna vikuskifti skipaði Fimleikagelagið Støkk fyri nøkrum venjingardøgum, har venjarin Daniel Sundell, sum hevur felagið Coach Dan Gymnastics, var høvuðsvenjari.

Hettar var ein liður í at stimbra venjarar og íðkarar á amboðssíðuni hjá felagnum. Daniel er sera kendur innan amboðsfimleik í Svøriki, har hann millum annað hevur verið venjari hjá junior landsliðinum, og hevur verið við til at menna tí Svensku kappingar- og útbúgvingar fimleikaskipanina.

Í løtuni arbeiðir hann sum ráðgevi hjá fleiri fimleikafeløgum í norðanlondum, og hevur eisini egið venjingarhøli uttan fyri Stokholm. Málið við hesi vitjan var, at geva amboðsíðkarum og -venjarum nýggjan íblástur.

Fleiri nýggj lop og rørslur vórðu roynd, har venjararnir síðan fingu undirvísing í menning av lopunum. Hann skipaði eisini fyri einum venjaraskeiði fyri allar breiddaramboðsvenjarar hjá Støkk.

Daniel er sera aktivur á sosialu miðlunum og her eru nøkur brot frá vikuskiftinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo