Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað kennist løgið, at tey sum eru longst til vinstru og sum stríddust fyri at breiða út doktrinina hjá autoritera kommunistiska stýrinum og sum gingu friðargongur í Føroyum, nú ganga ímóti russiska fólkinum.

Tann vanligi russiski fiskimaðurin og tann russiski borgarin, kann ikki bøta fyri at leiðslan í landinum hevur valt at leypa á Ukraina.

Innrásin í Ukraina kann als ikki góðtakast og mugu vit stuðla ukrainska fólkinum tað vit kunnu.

Men at niðurlaga føroysku flakavinnuna, fer ikki at raka russisku elituna.

Fiskivinna og landbúnaður
Russland er ein av heimsins størstu framleiðarum av uppsjóvarfiski, sild, makrel og svartkjaftur. Ein stórur partur av teirra framleiðslu verður seldur til Afrika, har hesar fiskavørur eru sera týðandi føði hjá afrikanska fólkinum. 

Tað er eisini alstórur tørvur av landbúnaðarvørum til tey fátækastu londini orsaka av krígnum. Skulu vit verða við til, at forverra støðuna hjá afrikanskum londum, við eisini at nokta teimum atgongd til russiskar fiskavørur, sum er stórur partur av teirra føðigrundarlagið?.

Hvat sigur ST um støðuna í heiminum: 47 milliónir fólk standa yvirfyri akuttum matvøru tørvi. Hveitið framleiðslan er minkað við 20%. Russland er heimsins stórsti eksportørur av hveiti og mais, Ukraina er triði stórsti eksportørur av hveiti.

ST er ørkymla yvir tað neiligu ávirkan tann russiska innrásin í Ukraina hevur á matvøru støðuna. Bæði Russland og Ukraina eru sera týðandi framleiðarar av korn, hveiti, mais, olju og gødning. Í eini frágreiðing frá juni 2023 ávarar ST um at kríggi kann føra til alheims matvørukreppu. Eisini sigur ST at kríggi hevur ført til hækkandi matvøruprísir og matvøruótryggleika í nógvum londum. Eisini verður sagt at 19 milliónir menniskjur í 45 londum standa yvirfyri akuttum matvøruótryggleika orsaka av krígnum.

ST hevur lagt upp til, at tað verður funnin ein loysn á stríðnum so útflutningur av matvørum úr Russlandi og Ukraina verður tikin uppaftur. ST ynskir eisini, at ein loysn verður funnin, so matvørur kunnu koma til tey fátækastu menniskjur í heiminum.

Russiski fiskavøruútflutningurin til Afrika í 2022
I 2022 útflutti Russland 2,5 milliónir tons uppsjóvarfisk til Afrika.

Hetta svarar til 40% av tí samlaða russiska útflutninginum av uppsjóvarfiski.

Føroyar og Barentshavið
Noreg og Russland samstarva um burðardygga fiskivinnuumsiting av Barentshavinum, hetta fyri at tryggja at stovnarnir eru val fyri, so okkara eftirkomarar eisini kunnu gagnnýta hetta ríka tilfeingið, bæði fyri Noreg, Russland, Føroyar, og til stórt gang fyri fólkið í Afrika.

Kvotan í Barentshavinum av toski, hýsu og kalva er søguliga lág, men er hon tó risastór samanborið við føroysk viðurskiftir. Samlaða kvotan er omanfyri 450.000 tons, og hevur hon alstóran týdning fyri føroysku flakatrolararnar. Hetta er ein marknaður vit hava brúkt áratíggjur um at uppbyggja og er tað als ikki soleiðis, at hesi reiðaríðir kunnu leggja um til annað fiskarí, framleiðslu og marknaðir uppá stutta tíð. Vit mugu ikki niðurbróta tað serligu marknaðarstøðu vit hava uppbygd gjøgnum drúgva tíð, við kendu flaka vørunum Frozen at Sea. Hvat gera vit tá sild og makrel svíkur, skulu vit so heldur ikki hava flakaframleiðslu at lýta á.

Friðarsamráðingar
Vit hava ein fyrrverandi føroyskan statsleiðara sum konkret hevur víst á, at vit gott kunnu bjóða okkum fram, og verða vit til, at fáa frið í lag millum Russland og Ukraina. Hann hevur víst á, at vit eru eitt lítið neutralt land og við dugnaligum sendifólkum, sum hava royndir og evnir at samráðast á altjóða stigi, kunnu vit gott verða við. Hetta sjónarmið er so vítt eg veit, enn ikki tikið upp av føroysku pressuni. Tað kennist løgið, at tá ein fyrrverandi Løgmaður setur fram hesi sjónarmið, at tað ikki verður tikið upp á tungu. Í øllum øðrum londum vildi tað verði stórtíðindi.

Kaj Leo Holm Johannesen, hevur víst, at hann torir at ganga egnar leiðir og hevur útsýn. Heldur enn at hugsa hvussu vit kunnu hevna okkum inn á russiska fólki og russiska sjómannin og afrikanska fólki sum líður eina mest undir hesum sorgarleiki. So skuldi vit sum okkara undanfarni løgmaður segði, roynt saman við dønum at fingið gongd á eina friðartilgongd.

Eitt vita vit, at niðurlaga framkomna føroyska fiskivinnu, fer ikki at raka russisku elituna. Og tað er greitt at ES í stóran mun hevur samhandil so ella so við Russland og floymir russisk olja og gass til ES, um hetta so er gjøgnum triðjalond.

Hvat kunnu vit gera sum lítil tjóð, jú vit kunnu spyrja danska uttanríkisráðharran, sum er eitt politiskt flogvit og hevur strategisk evnir út um tað vanliga, um hann ikki heldur, at tíðin er komin til, at fáa í lag veruligar samráðingar millum Russland og Ukraine.

Russiskir politikara hava sagt, at teir halda, at tað kann verða eitt format 10-2 har til dømis 10 lond taka seg saman og samráðast við Ukraina og Russland. Ukrainskur politikari hevur eisini víst á, at politikarar úr báðum “parlamentunum” mugu tosa saman. Sjálvur havi eg víst á, at tað er upplagt at hava hesar altjóða samráðingar í Istanbul. 

Tað er bara ein vegur fram, um vit skulu fáa frið og stabilitet i Evropa aftur, og tað er, at fáa ein enda á krígnum og fáa endurskapað vanligan samhandil og kontakt aftur við russiska fólkið. Her verður neyðugt, at Týskland og danska stjórnin leggja á annan bógv, og saman við øðrum stórum tjóðum verður vegvísari í komandi samráðingum.

Tað er undrunarvert, at uttanríkistænasturnar i Evropa gera so lítið við at seta seg niður og tosa við partarnar. 

Óli M.Lassen
Siviløkonomur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo