Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Runavíkar kommuna: Røða, sum borgarstjórin flutti fram í dag, tá Articon handaði Runavíkar kommunu Fjøruvegin.

Fyri stórt hundrað árum síðan var brúgvin um Glyvragjógv liðug. Tað vóru søldfjarðarbrøðurnir Jákup og Wenzel Jacobsen, báðir búsettir á Glyvrum, sum laðaðu hana, og í 1904 kundi hon handast eigarunum. Um sama mundið fingu teir 200 krónur í stuðli frá løgtinginum til at útvega sær ein krana, sum hjálpti teimum væl í verkætlanini. Jákup og Wenzel vóru tiltiknir grótmenn. Annars sæst í einari frágreiðing, skrivað nakað fyri hetta, at gingið var um løgasteinar í Gjónni, sum kundi leypa tá toybil kom í um veturin. Tríggir stórir løgasteinar vóru í ánni umframt aðrar steinar og steinlaðingar á báðum áarbakkum. Nevndin, sum skrivaði frágreiðingina, segði, at áin var øgiliga ring at koma um í áarføri, tí tá lógu løgasteinarnir undir. Brúgvin, sum seinri gjørdist búmerki hjá Runavíkar kommunu, var ein infrastruktuel stórhending fyri júst 120 árum síðan.

Orðið undirstøða hevur eina aðra løðing í dag, brigdini í samfelagnum eru víðfevndari nú, enn tá tað í stóran mun snúði seg um at leggja lunnar undir flytføri hjá teimum, ið tá myndaðu samfelagið. Tað ráddi tá um at víðka møguleikan hjá fólki at flyta seg úr einari bygd í aðra, og seinri fór tað at snúgva seg um at knýta bygdir, býir og oyggjar saman í eitt og sama kervi. Ongin ivast í, at júst íløgan í samferðslukervi er orsøkin til mestu framtøkuna hjá samfelagi okkara hesi stórt hundrað árini, síðan eitt nú tey, ið búðu og ferðaðust um hesi svæði, kundu ganga turrskødd um Glyvragjógv.

Við onkrum hendinga afturstigi hevur tað fyri tað mesta gingið framá í Føroyum hesi árini. Serliga síðan seinra heimsstríð, tá Landsverkfrøðingsstovnurin var knæsettur, og kommunurnar so smátt fingu fíggjarligar vøddar til at leggja neyðugu lunnarnar undir eitt nýmótans samfelag. Á øllum mótum, og hóast vit hava verið, og eru, ósamd um mangt, so tykjast hugsjónarligir munir á politiska hválvinum ikki at hava lagt fótonglar í vegin fyri júst hesi menningini. Vælsignað er tað, at so er.

Fyri júst 10 árum síðan – hin 12. februar í 2014 – legði táverandi landsstýrismaður í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, fram løgtingsmál no. 77/2013. Uppskot til løgtingslóg um at stovna partafelag og at byggja og reka undirsjóvartunlar millum Streymoy og Eysturoy og millum Streymoy og Sandoy. 10. apríl, hetta sama árið, samtyktu 30 av 30 møttum tingmonnum á einum tingfundi at farast skuldi undir størsta infrastruktuella átaki í søgu okkara.

Nú koyra vit undir Tangafirði og Skopunarfirði, alt er vorðið makaleysari og samfelagið meiri dynamiskt. Mangt er viðurfarist hesi 10 árini, serliga hava kommunurnar báðumegin við Eysturoyartunnilin havt úr at gera við at fáa til- og frákomuna til undirsjóvarsmoguna so høgliga sum gjørligt. Í okkara føri hevur tað verið ein stríggin gongd at fáa hesi viðurskifti í lag. Tá linjuføringin tíbetur varð broytt soleiðis, at tunnilsmunnin kom inn í Rókina heldur enn inn í økið við Toftavatn, var tað okkum greitt, at ferðslutíttleikin fór at økjast munandi. At rættiligt trýst fór at koma á einstreingjaða undirstøðuteinin fram ígjøgnum býin.
 
Runavíkar kommuna tók stig til at lýsa málið, við øllum neyðugum førleikum - ikki minst var okkara tøkniliga deild ein partur av hesum - og á sumri í 2018 var ein frágreiðing um málið handað viðkomandi pørtum, eisini teimum sum tá mannaðu Føroya løgting. Leingi var tað sum at seta undir klett, at fáa ljóð fyri at fara undir at fáa skil á framtíðar ferðsluni til og frá tunnilsmunnanum í Rókini. Nógvar undanførslur og alternativar loysnir vórðu settar upp ímóti okkara sjónarmiðum, tóktist sum ráddi tað meiri um at flyta fokus heldur enn at finna hóskiligar og praktiskar loysnir, men sum Jóannes bóndi tekur til í einum sangi, so fer innispunnið tógv at koma út, um fugladúrur er monnum nóg nógv – tá kann tað henda, at hurðar latast upp úr klova.

Megingrundgeving okkara var sjálvandi, at væntandi økti ferðslutíttleikin, serliga tí at ferðslan norðaneftir nú kom út eftir fjørðinum, heldur enn at velja ta gomlu leiðina, ella at fara yvir um fjørðin, var ein avleiðing av almenna tunlinum undir Tangafirði, og harvið kundi Runavíkar kommuna ikki einsamøll eiga fíggjarligu ábyrgdina av avleiðingini. Eftir óteljandi royndir, umvegis fleiri landsstýrismenn, eydnaðist tað umsíðir at fáa eina semju við Føroya landsstýrið, og hin 14. oktober í 2020 skrivaðu Jørgen Niclasen og Tórbjørn Jacobsen undir eina avtalu - treytað av, at Runavíkar býráð og Føroya Løgting tóku undir við henni. Roknað var við, at samlaða loysnin fór at kosta á leið 100 milliónir, og av hesum skuldi landskassin borga 55 milliónir krónur, og kommunan tað sum eftir var. Á býráðsfundi hin 5. november 2020 tók býráðið undir við semjuni, og hin 16. desember samtykti eitt samt løgting løgtingsmál no. 061/2020: Uppskot til løgtingslóg um fíggjarligan stuðul til nýggjan Fjøruveg í Runavík.

Arkitektar, verkfrøðingar, politikarar, ráðgevar og tøkniliga deild okkara brúktu nógva orku og knúgvafeitt fyri at røkka málinum so skilagott sum gjørligt við serligum atliti til íbúgvarnar í økinum, vinnuna, Heimistovubøin, havnarlagi og miðbýarætlanina. Málið varð lagt í tríggjar lutir. Í fyrstu atløgu var lagt á innara teinin. 19. mai í 2022 var hesin parturin boðin út, trý boð komu inn, og Articon átti lægsta boðið á slakar 30 milliónir krónur. Býráðið samtykti hin 30. juni í 2022 einmælt at taka av boðnum frá Articon, og hin 8. juli skrivaðu Jón Sigurdsson og Tórbjørn Jacobsen undir avtaluna í húsunum hjá Bátafelagum Niðri við Støð á Glyvrum, eftir at hava stimað framvið komandi verkætlanini við 100 ára gamla motorinum ”Grinkil”.

Væl hevur verið fylgt við gongdini í málinum, og, ikki tykkum at siga, hevur ein verkætlan sum hendan stóran áhuga, ikki bara hjá okkum innføddu, men eisini hjá fólki kring um alt landið. Tað hevur gingið upp á stás at fáa málið avgreitt, tikið hevur javnan verið til hvussu røsk hesi fólkini hava verið, sum samfelt hava lyft uppgávuna. Articon og undirveitararnir, sum yvirhøvur hava verið higani úr økinum, hava díkt á fyri at fáa hesa væleydnaðu ætlan framda í verki. Tað mest eyðsýnda í hesi ætlan er kanska Heimistovubrúgvin, ið er hin fyrsta yvir um ein høvuðsveg í Føroyum. Hon fer við tíðini at fáa serligan týdning fyri býin, táið skúli, rekreativ øki og fjøran vera knýtt saman uttan trafikalar forðingar.

Er man bráður og treiskur av lyndi er eitt politiskt lív alt ov stutt, og hesi 10 gingnu árini, síðan tunlarnir vóru samtyktir á tingi, siga ikki so lítið í so máta, nú vit fáa hesa verkætlanina handaða í dag – ein part av trimum. Hinvegin er hetta eisini eitt prógv um, at bráða lyndið má temjast, og liggjast má stútt og støðugt við framskrúvu, skal menningin vignast til frama fyri øll. Tógvið stríð munar nú einaferð meiri á leiðini enn tómt kverulantarí á sosialum miðlum.

10 milliónir krónur vóru á muni millum hægsta og lægsta boð, tá hendan verkætlanin varð boðin út, og ongin loyna skal tað vera, at Runavíkar kommuna sum byggiharri hevur verið sera væl nøgd við arbeiðstakaran Articon – heilt frá stjórasessunum til vøddarnar í ketilsdraktum, sum eirindaleyst hava ligið á takinum - líkamikið hvussu tað annars hevur viðrað, serliga í vetur, nú árenningarnar komu við kulda og kava.

Vit takka øllum sum eiga ein leiklut í hesi ætlan. Útinnandi- og lóggevandi valdinum, Landsverki, eftirliti, ráðgevum, tolnum bogarum og ikki minst okkara tøkniligu deild, sum umframt so nógv annað hevur brúkt oceanir av orku og tíð fyri at fáa hendan partin av verkætlanini avgreiddan. Loyvi mær eisini at takka tunnilsfelagnum – partafelagnum Eystur- og Sandoyartunlar - fyri framúr samstarv, ikki minst táið vit fingu tilfar til vega undan Tangafirði og seinri undan Skopunarfirði. Í næstum fara vit at síggja stórar broytingar í fylluni - tikin upp úr havsins djúpu námum.

Fyri 120 árum síðan var tað ein stórhending, at brúgv kom um Gjónna á Glyvrum, rossavagnar kundu aka og fólk koma turrskødd um hana, brúnna, sum brøðurnir Jákup og Wenzel laðaðu, og sum seinri gørdist búmerki okkara. Tað eru 116 ár síðan Mjólkarforsýningin fór undir skipaða rutusigling millum høvuðsstaðin og Sundalagið/Skálafjørðin. Nógv er broytt hesi árini síðan, og nógv fer at broytast frameftir um vilji, hugur og treysti fer at vera viðføri teirra, sum fara at skipa fyri í samfelagnum. Status quo er ongin støða, heldur ikki stillstøða, men afturgongd. Tí ræður um at liggja støðugt íkoplaður við meiri og minni framskrúvu. Í løtuni verður sunnari parturin av Fjøruvegnum neyvætlaður, og tá nakað er fráliðið verður tann parturin av samlaðu verkætlanini bjóðaður út. Meiri verður at frætta um hetta í næstum.

Hjartaliga takk øll somul. Takk fyri áhugan og størsta tøkkin fer við hesum til borgararnar, sum hava lagt fíggjarligan rygg til at loysa eina avbjóðing, sum nú fyri partar er loyst úr lagdi og harvið foykt burtur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo