Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Müllers Pakkhús er karmur um gallatiltakið, tá ársins ítróttaheiðrar verða handaðir leygarkvøldið 28. desember.

Eins og undanfarin ár skipar Ítróttasamband Føroya fyri heiðurstiltaki, har ársins ítróttanavn og aðrar heiðurshandanir eru á skrá. Við tiltakinum ynskir ÍSF at varpa ljós á øll tey mongu, sum í gerandisdegnum geva ítróttinum lív í Føroyum, tað veri seg sum eitt nú íðkarar, venjarar ella alskyns hjálparfólk.

Tiltakið verður størri í ár við tað, at heiðrarnir nú verða fimm í tali, umframt at heiðursskjal Poul E. Petersens verður latið persóni, sum gjøgnum mong ár hevur gjørt sjálvboðið arbeiði til frama fyri føroyskan ítrótt.

Heiðursskjal Poul E. Petersens varð seinast latið Peturi Hentze Niclasen fyri hansara drúgva virki innan borðtennis. Harumframt varð súkklarin Torkil Veyhe kosin ársins ítróttarnavn 2018, meðan ársins átak 2018 var átakið Flogbørn, sum Flogbóltssamband Føroya skipar fyri saman við skúlunum kring landið.

Í ár verða hesir heiðrar latnir:

Ársins ÍtróttaNAVN
Ársins ÍtróttaÁTAK
Ársins ÍtróttaSAMBAND
Ársins ÍtróttaSTJØRNUSKOT
Ársins ÍtróttaFELAGI
Heiðursskjal Poul E. Petersens

Gallakvøldið 28. desember er fyri innbodnum, men Kringvarp Føroya sendir beinleiðis frá tiltakinum frá kl. 21.00. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo