Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Valúrslit.fo: 24 kvinnur stilla upp til fólkatingsvalið hesaferð, sum svarar til 40 prosent av øllum valevnunum.

Meira enn helmingurin av kvinnunum, ið stilla upp, búgva í høvuðsstaðnum. Ítøkiliga er talan um 14 kvinnur av í alt 24. Tað svarar til góð 58 prosent.

Brúka vit gomlu valdømini sum grundarlag sær býtið soleiðis út:

Suðurstremoy: 14 valevni

Norðoyggjar: 3 valevni

Vágar: 3 valevni

Eysturoy: 2 valevni

Sandoy: 1 valevni

Suðuroy: 1 valevni

Norðstreymoy: 0 valevni

Tey 24 kvinnuligu valevnini eru at finna í øllum aldursbólkum. Flestu teirra eru í aldursbólkinum 50-59 ár. Sløk 38 prosent av øllum kvinnuligu valevnunum eru í hesum aldursbólkinum.

Aldursbýtið sær soleiðis út:

18-29: 4 valevni

30-39: 2 valevni

40-49: 5 valevni

50-59: 9 valevni

60-69: 4 valevni

70-79: 0 valevni

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo