Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Oddasessurin skiftir ofta í hesum døgum, og eftir at Dráttur vann oddasessin frá Fleyr sunnudagin, er Fleyr aftur ovast nú eftir sigur á KÍF í gjárkvøldið. Fleyr hevur tó leikt tveir dystir meira enn Dráttur.

Tað var tó ikki uttan svørðsslag, at Fleyr tók oddasessin, tí KÍF bardi væl frá sær í fyrsta setti og lá leingi á odda. Hóast Fleyr fór framum 13-10, eftir at Óluva Mohr mitt fyri hevði langað nakrar bóltar í gólvið, so kom KÍF afturíaftur eftir leikbrá og vann fýra stig á rað, har Milja Silvansdóttir átti fleiri av vinnarasløgunum, og seinni fór KÍF eisini framum 20-18. Men so kom stígur í, og Fleyr vann næstu fimm stigini, og so var settið næstan tryggjað. Settbóltin bukdraði Hanna Andriasdóttir Olsen í gólvið.

Eftir hetta var eingin spenningur í dystinum. Frá 3-3 í øðrum setti legði Fleyr seg á odda 11-4, sum endaði 25-18. KÍF fylgdi heldur betur við í triðja setti og var bara aftanfyri 12-14, men eftir hetta vann KÍF bara trý stig aftrat, og Fleyr vann 25-15.

Sunnudagin vitjar KÍF á Giljanesi, og vinnur Dráttur tann dystin, so verður Dráttur aftur nr. 1 í deildini.

Støðan í Føroya Tele-deildini, kvinnur:

Nr.

Lið

Dystir

Stig

1

Fleyr

6

13

2

Dráttur

4

11

3

KÍF

4

6

3

TB

4

6

3

4

6

6

Mjølnir

4

3

7

Ternan

4

0

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo