Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

15. februar kemur út nýggj fløga, við sangum hjá norska sangaranum og prædikumanninum Aage Samuelsen, á føroyskum. Fløgan hevur fingið heiti Handan Stjørnuhav.

Tað  er Eyðun Jacobsen sum hevur tikið stig til hesa fløgu.

Tónleikurin á fløguni er innspældur í Crossroads Studio, Arden NC, av sera dugnaligum tónleikarum. Røddirnar eru innsungnar í studionum hjá Erik Biskupstø í Klaksvík. 

Tað eru 16 sangir á fløguni, sum vera sungnir av fylgjandi: 

Kvartettin í Betesda - The Gadders - Petur Hans Hansen - Bill Justinussen - John Kári Jacobsen - Magnus Poulsen - Oddbjørg Poulsen - Eyðun Jacobsen - Heine Lützen- Magni Christiansen - Andreas Hvannastein - Janus Jacobsen - Henny Gerðalíð - Zamar -  Terje B Vestergaard - Oasubrøður.

Í samband við fløguútgavuna vera ókeypis útgávukonsertir 15. og 16. februar.

Fríggjakvøldið 15. februar kl 20.30 í Oasuni í Hoyvík.

Leygarkvøldið 16. februar kl 21.00 í KÍ Høllini í Klaksvík.

Tónleikarar á konsertunum vera:
Beddi Hansen: El gittar
Terje B Vestergaard: Klaver
Erik Biskupstø: Bass
Terje Johannesen: Akk. gittar og mandolin
Arnold Mortensen: Steelgittar
Jákup Gunnarstein Hansen: Trummur
Eyðun Jacobsen: Akk. Gittar.

Eitt sindur um Aage Samuelsen:

Norski sangarin Åge Samuelsen, føddur 1915, vaks upp í Norska býnum Skien, og er kendur í øllum Skandinavia fyri sínar lívsglaðu og evangelisku sangir. Åge vaks upp undir trongum korum, bar upp á sjúku sum barn, og kom ikki at ganga fyrrenn hann var um 6 ára gamal.

Læranin í skúlanum helt fyri, at Åge hevði ikki nakað skil fyri tónleiki, men mamman, sum skilti og elskaði son sín, troystaði hann og segði: ,,Åge! Tað kemur ein dagur eftir henda!”.

Tá hann var 15 ára gamal, fekk hann ein gittara frá mammuni, sum hevði keypt hann á uppboðssølu. Gittarin kom at gerast hansara trúgvi lívsfylgisveinur, og hetta ljóðførið kom at føra prógv fyri læraranum og øllum Noregi, at Åge hevði eitt serliga gott oyra fyri tónleiki.

Åge kom út í rúsdrekkamisnýtslu, men í 1944 upplivdi hann eitt andaligt gjøgnumbrot í lívinum.

Hann gjørdist virksamur limur í Hvítusunnurørsluni í Skien, har hann brúkti sínar gávur sum sangari og sangskrivari.

Hann skrivaði sangir í hópatali, og gjørdist ein sannur sangevangelistur. Hann gav út hópin av plátum, og gjørdist ein nógv eftirspurdur sangari í Noregi.

Åge Samuelsen doyði í 1987 bara 71 ára gamal.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo