Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Flogbóltssambandið: Í dag hevur lutakast verið á høvuðsskrivstovuni hjá Evropisku Flogbóltssamgonguni - CEV - í Luksembourg.  Her gjørdist greitt, hvørjum føroyska landsliðið hjá monnum í flogbólti skal leika ímóti í Evropa League næsta ár, har Føroyar luttaka í Silver League.

Fyrstu dystirnir verða í Íslandi 17. - 19. mai 2024. Tá leika Føroyar ímóti Íslandi og Ísrael. Síðani verða Føroyar vertir hjá Eysturríki og Íslandi, har fyrsti dysturin verður ímóti Íslandi og síðani verður leikt ímóti Eysturríki. Hesir dystirnirnir verða vikuskifti 24. - 26. mai.

Síðsta umfarið hjá føroyska liðnum verður 7. - 9. juni. í Eysturríki. Tá leika Føroyar ímóti Eysturríki og Ísrael.

Nr. 1 og 2 í hesum bólkinum fara síðani víðari til eina finalu um uppflyting til Golden League.

Tað er sannlíkt, at talan verður um spennandi dystir. Føroyar liggja nr. 36 á evropiska styrkilistanum, tvey pláss frammanfyri Ísland og tvey pláss aftanfyri Ísrael. Eysturríki, sum helst er favorittur at vinna hesa kappingina, liggur nr. 29 á styrkilistanum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo