Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á fyrispurning frá Jóhan Dahl, løgtingsmanni, um Føroya Sílaveiðufelag og alistøðina hjá P/F Fiskaaling við Áir, settur landsstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálum, Høgna Hoydal (at svara skrivliga eftir TS § 52 a), nr 52-025/2023

Fyrispurningur
1. Nær móttók Fiskaaling umsókn frá Sílaveiðifelagnum um leigu av parti av hølunum hjá Fiskaaling við Áir?

2. Nær fær Føroya Sílaveiðifelagið eitt svar upp á umsóknina um at leiga ein part av hølunum hjá Fiskaaling við Áir til at reka sítt virksemi?

3. Hví hevur tað drigið út at geva Sílaveiðifelagnum eitt svar?

Svar
Spurningur nr. 1

Fiskaaling hevur ikki móttikið umsókn frá Føroya Sílaveiðufelag.

Umhvørvis- og vinnumálaráðið móttók 12. desember 2022 umsókn frá Sílaveiðufelagnum um loyvi at brúka alistøðina hjá Fiskaaling við Áir til at menna útseting av laksafiskasmolti og ynguli.

Spurningur nr. 2 og nr. 3
Umsóknin varð móttikin beint eftir løgtingsvalið, men áðrenn nýggj samgonga varð skipað.

Tíverri hevur Føroya Síluveiðufelag ikki fingið svar uppá umsóknina. Upplýsast skal tó, at fundir høvdu verið millum táverandi Umhvørvis- og vinnumálaráð og Føroya Sílaveiðufelag fyri at Føroya Sílaveiðufelag sendi Umhvørvis- og vinnumálaráðnum umsóknina. Føroya Síluveiðufelag er tí vitandi um, at P/F Fiskaaling hevur leigað alistøðina við Áir út til P/F Bakkafrost í sambandi við lívfiskaarbeiðið at menna ta føroysku laksastammuna.

Føroya Síluveiðufelag átti at hava fingið svar frá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, og verður tað gjørt sum skjótast.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið, tann 25. september 2023
Høgni Hoydal
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo