Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroya Styrkisamband: Føroya Styrkisamband hevði aðalfund herfyri, og er nevndin nú mannað soleiðis: Heini Hátún, Anna Kristina Niclasen og Niels Juel Arge. Tiltakslimir: Rói Hjaltalin, Maibrit Reynheim Petersen, Gudmundur Danielsen, Jákun Suni Berg og Páll Ólavsson.

Styrkisambandið, sum varð stovnað í 2019, arbeiðir fyri at menna førleikarnar hjá íðkarum, venjarum og dómarum og at betra umstøðurnar fyri føroyskum kappingum á altjóða støði.

Styrkiítróttargreinarnar, ið sambandið fevnir um, eru olympisk vektlyfting, styrkilyfting, kettlebell og tvørmegi. Sett á stovn er eisini eitt landsdekkandi styrkifelag, Styrkifelag Føroya. Sí www.styrkisamband.fo og www.sff.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo