Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Ikki heilt óvæntað verða tað Katrin á Neystabø og Mari-Ann Robertson, ið hittast í finaluni í damutennis í Føroyaleikum í dag.

Tær báðar vórðu seedaðar nummar eitt og tvey, og væntast kann eisini ein finala í evsta flokki við øllum tí, sum ein finala hevur at bjóða uppá, tá tær báðar bresta saman í morgin.

Katrin á Neystabø hevur vunnið bæði Várkappingina og MBM Open í ár, men móti stórspælandi Mari-Ann Robertson, sum býr í USA og sum ikki hevur tikið lut í heimligu kappingunum seinastu árini, verður spennandi at síggja, hvussu leikur ferst. Ein nýggjur avbjóðari er í øllum førum á vøllinum.

Katrin á Neystabø vann á Heidi Viderø í hálvfinaluni, meðan Mari-Ann Robertson sigraði á Rúnu Jakobsen fyri sítt pláss í finaluni.

Sostatt eru tað eisini Heidi Viderø og Rúna Jakobsen, sum spæla um bronsu í morgin.

Somuleiðis er tað heldur ikki heilt óvæntað, at tað verða Pætur Marjunarson Dahl og Jón Brekku, ið hittast í harrafinaluni í morgin.

Teir báðir vórðu eisini seedaðir nummar eitt og nummar tvey hjá harranum, og um finalan verður nakað sum FM finalan millum teir báðar í fjør, er í øllum førum spenningur á skránni.

Í hálvfinalunum hittust Pætur Marjunarson Dahl og Annfinn Gaard aðrumegin, meðan Jón Brekku og Ingi Højsted hittust í hinari.

Annfinn Gaard og Ingi Højsted bresta saman í kappingini um bronsu.

Skipað varð eisini fyri Old Boys kapping í Føroyaleikum, og hesaferð varð tað Holger Arnbjerg, ið sigraði á Charles Midjord.

Skráin fyri dystirnar sunnudagin:

Kl. 12.00
Harrar, B-finala: Stefan í Skorini og Anders Rieks
Kvinnur, Bronsa: Rúna Jakobsen og Heidi Viderø

Kl. 14.00
Kvinnufinala: Katrin á Neystabø og Mari-Ann Robertson
Harrar, bronsa: Ingi Højsted og Annfinn Gaard

Kl. 16.00
Harrafinala: Pætur Marjunarson Dahl og Jón Brekku

Sí myndir frá leikunum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo