Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Í vikuskiftinum var CrossFirt  kapping í Tvørmegi, har endamálið var at finna Føroya Fittasta 2021.

Tað vóru seks íðkarar meldaði til kappingina, fýra menn og tvær kvinnur. Kappingin var samansett av fimm ymiskum umførum, sum øll vóru avhildin fríggja- og leygardagin til Føroyaleikir.

Í Crossfit verður kappast í bæði úthaldni, styrki, fimleiki og kvikleika fyri at finna tann luttakaran, sum er best fyri tá øll ítróttarlig barometur eru vigað.

Tá samanum kom vóru vinnararnir Eyðstein Simonsen hjá monnum og Synne We Ellingsen hjá kvinnum. Hinir luttakararnir vóru Turið í Homrum, Bartal Kamban, Marius Thomasen og Eyðun Højgaard.

CrossFit er ein vaksandi venjingarháttur í Føroyum, har endamálið er at skapa ein breiðan og almennan venjingarhátt fyri øll. Í Tvørmegi verður miðað eftir at venja so fjølbroytt sum til ber, og útgangsstøði er tikið í øllum hugsandi ítróttum. Hetta fyri at venjingin altíð skal vera avbjóðandi og stuttlig, og hava so nógvar heilsuligar ágóðar við sær sum yvirhøvur gjørligt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo