Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Summar Festivalurin: Poppsangarin Thomas Anders er komin til Føroya at hava konsert á Summar Festivalinum. Hann var sangari í hittbólkinum Modern Talking, sum seldi 120 milliónir plátur og hittaði um allan heimin við sangum sum "You're My Heart, You're My Soul", "Cheri Cheri Lady" og "Brother Louie".

Thomas Anders er púra bergtikin av Føroyum, nú hann er komin til landið.

– Eg hoyrdi um Føroyar í skúlanum, men nú eg eri komin higar, má eg siga, at Føroyar eru sum onnur verð. Eg havi ikki sæð nakað líknandi í allari verðini, sigur Thomas Anders.

– Eg hevði ongantíð droymt um, at eg fór at fáa møguleikan at spæla í Føroyum, og eg eri errin av, at eg eri biðin um at koma her at hava konsert, sigur hann.

Thomas Anders hevur konsert saman við bólki sínum á Vágsbø hóskvøldið kl. 22. Teir fara at spæla øll tey stóru Modern Talking-hittini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo