Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum í 1-0 sigrinum á Andorra - Mynd: Hans Erik Danielsen

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum í 1-0 sigrinum á Andorra - Mynd: Hans Erik Danielsen

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum í 1-0 sigrinum á Andorra - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Nýggjasti styrkislistin hjá FIFA er júst almannakunngjørdur, og har sæst, at Føroyar hava lyft seg trý pláss upp eftir listanum, og eru nú nummar 107 av teimum 210 limalondunum í altjóða fótbóltssamgonguni.

Tað eru serliga sigrarnir í UEFA Nations League ímóti Malta og Andorra, ið hava flutt føroyska liðið rætta vegin.

Topp 10
1. Belgia
2. Frakland
3. Brasil
4. Ongland
5. Portugal
6. Uruguai
7. Spania
8. Kroatia
9. Argentina
10. Kolumbia

16. Danmark
18. Svøríki
41. Ísland
44. Norra
56. Finnland

107. Føroyar
137. Lettland
138. Andorra
186. Malta

Næsta uppgáva hjá føroyska A-landsliðnum er um góðar tríggjar vikur, mikudagin 7. oktober, tá Danmark tekur ímóti í venjingardysti á MCH Arena í Herning. Tríggjar dagar seinni spæla Føroyar og Lettland á Tórsvølli, og tann 13. oktober er heimadysturin móti Andorra á skránni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo