Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroyska liðið til reiðar at fara á vøllin á Estadi Nacional í Andorra - Mynd: Hans Erik Danielsen

Føroyska liðið til reiðar at fara á vøllin á Estadi Nacional í Andorra - Mynd: Hans Erik Danielsen

Føroyska liðið til reiðar at fara á vøllin á Estadi Nacional í Andorra - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Håkan Ericson og Eli Hentze eru komnir væl frá byrjan sum venjarar hjá A-landsliðnum við monnum. Hósdagin vunnu Føroyar 3-2 á Malta, og sunnudagin varð spælt á útivølli móti Andorra. Og aftur hesaferð fór føroyska liðið avstað við øllum stigunum.

Tá góður hálvur tími var spældur setti Klæmint Andrasson Olsen bóltin hegnisliga í málið. Hallur Hansson legði inn fyri úr høgru, og við hælinum fekk Klæmint beint bóltin inn um strikuna.

Hetta skuldi vísa seg at gerast einasta málið í dystinum, og harvið vunnu Føroyar 1-0, og hava nú fult stigatal í bólki D1 í UEFA Nations League kappingini 2020-2022.

Næsta uppgáva hjá føroyska A-landsliðnum er um ein mánað, mikudagin 7. oktober, tá Danmark tekur ímóti í venjingardysti á MCH Arena í Herning. Tríggjar dagar seinni spæla Føroyar og Lettland á Tórsvølli, og tann 13. oktober er heimadysturin móti Andorra á skránni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo