Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Løgmálaráðið: Landsstýrið raðfestir menningarsamstarv og neyðhjálp á fíggjarlógini fyri 2024. Játtanin veksur úr 15,5 mió. kr. upp í 16,5 mió. kr. Landsstýrið ætlar harumframt at lata 10 mió. kr. til Ukraina í 2024.

Landsstýrið er av tí greiðu fatan, at Føroyar eru partur av altjóða samfelagnum, og at Føroyar tí eisini hava skyldu at minka um ójavna í heiminum og at veita neyðstøddum hjálp.

Landsstýrið kann hava menningarsamstarv, sum fevnir um fakliga ráðgeving og fíggjarligan stuðul til lutvísa fígging av verkætlanum í menningarlandi, har ætlanin er at skipa haldgóða fyrisiting, at fáa búskaparvøkstur ella at tryggja sosial framstig.

Neyðhjálp verður latin, tá ið vanlukkur raka úti í heimi. Seinnu árini er hjálp latin eftir áheitan og í samstarvi við hjálparfelagsskapir. Øll neyðhjálp, sum Føroyar lata, verður skipað við støði í humaniterum grundreglum um menniskjatokka og óheftni og fylgir altjóða leiðreglum um gott neyðhjálpararbeiði.

Umframt bráfeingishjálp skulu Føroyar eisini geva neyðstøddum vón um eina bjartari framtíð. Tá ið tað er møguligt, skal neyðhjálpin tí eisini virka fyri menning, so at neyðstødd aftur kunnu lívbjarga sær á burðardyggum grundarlagi.

Fleiri upplýsingar um menningarsamstarv og neyðhjálp kunnu lesast her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo