Um tú ert fátækur, men vilt verða ríkur, veldst ikki so nógv um hvat tú tjenar, sum hvussu tú hugsar
- George Gilder

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Eftir ein sera spennandi dyst taptu U19 menninir kvartfinaluna eftir umdyst móti Egyptalandi í HM endaspælinum, ið verður leikt í Kroatia í hesum døgum.

Byrjanin var heldur trilvandi. Egyptar mansvardu Óla Mittún, og føroyska álopið hevði torført við at skapa kjansirnar, meðan egyptar lættari funnu vegin til málið, tá annars stórspælandi Aleksandar Lacok ikki stóð í vegin.

Føroysku venjararnir valdu at taka eitt leikbrá, og spældu síðan 7 móti 6 í álopsstøðu, og vísti tað seg at geva úrslit. Meir pláss bleiv til føroysku leikarnar, so sum Óla Mittún og Trúgva Hávardsson, og eisini til Ísak Vedelsbøl á strikuni. U19 mennirnir komu til hálvleiks við úrslitinum 13-13.

Seinni hálvleikur leikaði javnt á, og var tað aldrin meiri enn 1-2 mál á muni. Nógvar útvísingar bóru brá av harða og intensa spælinum, ið var millum liðini, har ongin vildi geva seg.

Men til síðst sá út til, at føroyingar fóru at draga longra stráðið, tá støðan gjørdist 31-28, og lítið av tíð var eftir. Tó góvu egyptar ikki skarvin yvir, og skoraðu í síðsta sekundi til støðuna 31-31, og so var umdystur á skrá.

Føroyar byrjaðu umdystin í undirtali, og tað merktist. Egyptar løgdu seg skjótt 2 mál framum, og hildu teir leiðsluna til hálvleiks, og var støðan 32-34. Teir vóru ágangandi í verjuspælinum, og tóktiskt føroyska álopið ikki klára svara tí.

Í seinna hálvleiki av umdystinum hildu egyptar fram, og bleiv endaliga støðan 34-38.

Hetta ber við sær, at føroyingar nú skulu spæla um 5.-8. pláss. Hvørjum teir fyrst møta er greitt seinni í dag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo