Um tú ert fátækur, men vilt verða ríkur, veldst ikki so nógv um hvat tú tjenar, sum hvussu tú hugsar
- George Gilder

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Deyvafelag Føroya: Ian Andersen, sum fyrr hevur vunnið EM-kapping í gokart fyri deyv, hevur júst vunnið altjóða gokartkappingina “Worldkart” í Master-flokkinum. Hann var einasti deyvi kappkoyrarin í kappingini.

“Worldkart” hevur júst verið í Kortrijk í Belgia, og har eydnaðist tað Ian Andersen at vinna Master-flokkin og sostatt at koma at standa ovast á skamlinum við heiðursmerkinum.

- Dreymur mín at gerast heimsmeistari í Masterflokkinum í “WorldKart-kappingini” og at koma at standa ovast á pallinum við heiðurssteypinum er gingin út, sigur Ian Andersen.

Hetta er ein ófatilig kensla og ein løta, hann altíð fer at minnast.

- Eg eri bæði fegin og errin, og við avrikinum kann eg vísa umheiminum, at vit deyvu kunnu koyra eins skjótt, sum tey, ið hava ljóðið sum ein natúrligan part av sansum sínum, sigur hann.

Ian Andersen er sonur Frank Andersen og kendu songkvinnuna Judy Poulsen. Ian er sostatt systirsonur ein annan kendan tónleikara, nevniliga Óla Poulsen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo