Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sum varðandi av Heilbrigdinum, einum av okkara viðgerðarstovnum, fer tað ikki frá mær aftur, at meirilutin í Løgtingsins fíggjarnevnd í ramasta álvara ætlar at játta útvið tríggjar milliónir krónur, 2,9 milliónir krónur fyri at vera púra neyvur, til útlendska viðgerðarstovnin Novavi í 2022, og við tí liggur í kortunum, at tað skulu játtast fleiri ferðir ta upphæddina næstu tvey árini. Tí annars gevur tað ikki meining at játta pengar í ár.

Sambært umsóknini hjá Novavi (fylgiskjal L2 í nevndarviðgerðini í sambandi við fíggjarlógarviðgerðina á heimasíðuni hjá Løgtinginum) er ætlanin at stovna eitt ambulant viðgerðartilboð til rúsevnamisnýtarar í Føroyum. Fyrsta árið, tað er frá august 2022 skal danski stovnurin brúka tær 2,9 milliónir krónurnar, sum meirilutin í fíggjarnevndini mælir til at játta í ár. Í 2023 skal stovnurin brúka 6,9 milliónir krónur og í 2024 7,5 milliónir krónur.

Tilsamans er hetta 17,3 milliónir krónur – ella væl meira enn tað, sum skotið verður upp at skerja játtanina til Landssjúkrahúsið við – sum Løgtingið ætlast at játta næstu trý árini til hetta úrlendska tilboðið. Tað gevur jú lítla meining bara at seta hol við játtanini til tað fyrsta árið, um restin ikki eisini verður játtað. Hvat árini aftaná 2024 fara at kosta stendur ikki í umsóknini, men tey verða neyvan bíligari enn 2024.

Hetta setir ein meiriluti í fíggjarnevndini út í kortið, samstundis sum landsins myndugleikar júst eru komnir við kostnaðarmiklum herðingum av krøvunum til tey trý føroysku viðgerðartilboðini, uttan at hesi fáa játtað eyka pengar til tann partin.

Heilbrigdi, har eg sjálvur eri leiðari, og sum er tað einasta tilboðið, ið tað almenna einsamalt varðar av fíggjarliga og ognarliga – allar ognir fella til landið, skuldi stovnurin stongt – ekur frammanundan á knøunum fíggjarliga.

Tørvur er á milliónaupphædd at umvæla og útbyggja viðgerðarstovnin á Velbastað bara fyri at fáa hann í ein stand, so hann kann góðkennast. Tørvur er eisini á uppraðfesting á rakstrinum, so neyðug tilboð sum eftirviðgerð og familjuviðgerð kunnu optimerast. Tørvur er á meira pengum til leypandi eftirútbúgving av starvsfólkunum og til hjátilboð at stuðla undir høvuðsviðgerðina.

Á Heilbrigdi vilja vit eisini heldur enn fegin seta í verk ambulanta tænastu, um pengar vórðu játtaðir okkum til hetta endamálið heldur enn einum nýggjum, útlendskum veitara.

Fyri at Minnesotaviðgerðin, sum viðgerðarhátturin í Heilbrigdi nevnist, skal vera fullfíggjað, eigur ein útslúsingarstovnur, eitt half-way-hús, av røttum eisini at verða knýtt at stovninum. Ein játtan til eitt slíkt hús og raksturin av tí er harðliga tiltrongt.

Samgongumeirilutin í fíggjarnevndini vil tó heldur játta pening til eina útlendska fyritøku at veita viðgerð í Føroyum.

So er lætt at brúka orðatakið, at ongin fer illa av, at annar fer væl. Ella at jú fleiri viðgerðartilboð, tess betri.

Men hyggja vit at veruleikanum og søguligu gongdini, so mugu vit bara staðfesta, at samlaða almenna játtanin til misnýtsluviðgerð ikki veksur samsvarandi, um fleiri viðgerðartilboð leggjast afturat. Tað verður bara støðugt minni í part, og ein støðugt harðari kapping um at verða snildast í orðum, tá søkt verður um pengar til betringar og eykakostnað.

Nú skulu tey trý føroysku tilboðini so kappast við eitt danskt tilboð, átt og rikið av einum vinnurekandi grunni, um tær fáu krónurnar á fíggjarlógini. Ein kundi spurt, um hesin vinnurekandi grunnure eisini søkir um og fær pengar á donsku fíggjarlógini.

Nú verður av summum gjørt so nógv burtur úr, at Novavi á pappírinum er nakað so fínt sum ein non-profit-fyritøka. Til tað er at siga, at fyritøkan í fjør hevði 6,5 milliónir krónur í yvirskoti, átti eina eginogn við árslok 2020 upp á 31,3 milliónir krónur – av hesum var meira enn 30 milliónir krónur likvidur peningur á bók. Tey 117 starvsfólkini fingu tilsamans 72,1 millión krónur í løn í fjør – tað er 616.000 krónur í part í meðal. Stjórin fekk 1,5 milliónir krónur í løn, og leiðsla og nevnd fingu tilsamans 2,5 milliónir krónur.

Eg haldi, at tølini vísa, at um Novavi veruliga ætlaði at fremja vælgerandi arbeiði í Føroyum, so hava tey ráð til tað uttan um føroyska landskassan.

Hvør vinnur ta kappingina, hava vit longu fingið uppskriftina upp á, verður fyriliggjandi meirilutauppskot samtykt við triðu viðgerð av fíggjarlógini. Tí við 2,9 milliónum í startkapitali og 17,3 milliónum tilsamans næstu árini verður onki eyka oyra til hini tilboðini.

Tí vóni og vænti eg, at vit og skil fer at ráða í Løgtinginum, tá fíggjarlógin fyri 2022 fær sína endaligu viðgerð og skal samtykkast í morgin.

Sjúrður Knudsen
leiðari, Heilbrigdi á Velbstað

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo