Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Gongdin hjá føroyska heilsuverkinum hevur seinastu árini peikað rætta vegin – men enn er langt á mál. Botnurin er so smátt við at verða lagdur fyri, at vit kunnu fara at tosa um, at Føroya fólk kunnu verða tryggjaði at verða útgreinaði og fáa viðgerð innan eitt ásett tíðarmark – eins og hevur verið veruleikin í Danmark nú í skjótt mong ár.

Føroyingar í Føroyum, ið kenna sær eitthvørt, ið t.d. kundi bent á okkurt illavorðið, eru ikki tryggjaðir at verða útgreinaðir og settir í viðgerð innan stutt tíð er liðin. Í Danmark eru tílík rættindi hjá sjúklingum tryggjað við lóg – og hava verið tað í skjótt 20 ár.

Hví eru vit so dyggiliga eftirbátar á hesum økinum? Og hví eru vit ikki fyrrenn seinastu árini farin at tosa um hesi viðurskiftini í Føroyum – at føroyingar hava alt ov lítla trygd fyri, at teir kunnu fáa eina skjóta útgreining og møguliga viðgerð? Ein orsøk mann vera lyndið hjá føroyingum – tolin trívst, einki hóvasták og alt tað.

Men ein onnur meira týðandi orsøk er uttan iva, at føroyska sjúkrahúsverkið altíð hevur verið so sera illa mannað við serlæknum, ið ikki hava megnað annað enn at halda gongd í hjólunum – men als ikki hava havt yvirskot ella orku til at hugsa stórar tankar um, hvussu okkara heilsuverk í veruleikanum átti at verið skipað.

Seinastu árini er tó talið á serlæknum í føroyska sjúkrahúsverkinum kvinkað rætta vegin. Ein bati hevur verið innan ávís serøkir, ið als ongan serlækna høvdu. Men enn eru nógv serøki bert mannaði við einum serlækna, ið skal røkja ein stóran bólk av sjúklingum. Ella serøkir við stórari vaktarbyrðu eru undirmannaði, so vaktartíttleikin verður alt ov stórur.

Roynt verður at pjøssa uppá við at brúka dýrar vikarar úr útlondum, ið koma og fara, og leggja lítið eftir seg.

Tilgongdin at manna sjúkrahúsverkið við nøktandi tali av serlæknum er sera drúgv og trupul. Tað er eingin hópur av útlendskum serlæknum, ið vit kunnu lokka til Føroyar at virka. Hvørki lønin ella umstøðurnar eru nakað, sum dregur vælútlærdar læknar hendanvegin. Staðfestast má, at einasti háttur at manna okkara sjúkrahús í framtíðini er og verður at fáa føroyskar serlæknar heim, tá teir eru vorðnir útlærdir serlæknar, tí heimlandið dregur. Men skotbráið at fáa føroyskar serlæknar heimaftur kann vera sera stutt – um tey fáa annað gott starv í t.d. Danmark, so er stórur vandi fyri, at vit missa hesi av hondum. Vit hava als ikki ráð til at vælútbúnir føroyskir serlæknar gleppa okkum av hendi, tí eingir pengar eru tøkir, tá vit hava møguleika at fáa fatur í teimum. Skipanin má og skal vera so mikið liðilig, at til ber at bjóða serlæknum, ið tørvur er á, heim at virka í einum føstum starvi. Verður tað ikki raðfest, at tað fíggjarliga ber til at seta serlæknar í framtíðini, so verður trupult bara at halda verandi virksemi.

Eitt vælvirkandi heilsuverk kann tykjast dýrt at reka, men tað er nógv dýrari at reka eitt heilsuverk, ið ikki hongur saman. Tá verður tørvur á dýrum lappaloysnum við stutttíðar vikarum, ella at senda sjúklingar til onnur lond at verða viðgjørd fyri trupulleikar, ið vit eins væl kundu viðgjørt í Føroyum. Skulu vit framhaldandi menna okkara samfelag, so verður neyðugt at vit eisini allatíðina menna okkara heilsuverk.

Og skulu vit veita okkara borgarum eina upplagda trygd fyri útgreining og viðgerð – so verður neyðugt, at áhaldandi raðfesta okkara sjúkrahúsverk. At vit allatíð royna at draga serlæknar heim til nakrar góðar karmar, har møguleikin at mennast eisini er til staðar. Verða átøk ella skerjingar framdar, ið skeikla gongdina, ið hevur verið í nøkur ár, so kann tað fáa avleiðingar nógv ár fram í tíðina – tí heilsuverkið er ein viðbrekin skipan, har dugnaligu fólkini ikki hanga á trøunum. Men eitt er vist, talið av sjúklingum, ið fara at tørva útgreining og viðgerð fer ikki at minka í framtíðini – tørvurin á einum góðum heilsuverki fer bara at vaksa.    

Jan Rasmussen
Yvirlækni, Phd.
Formaður í Serlæknafelag Føroya

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo