Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-111/2022 frá Honnu Jensen, landsstýriskvinnu, eftir § 52a í Tingskipanini, settur Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum, um lestrarstuðul í sambandi við føroyskt sum annaðmál.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Er heimild ella serstakur møguleiki fyri at byrja at veita lesandi í føroyskum sum annaðmál lestrarstuðul?

2. Eru ætlanir um, at tey, sum lesa føroyskt sum annaðmál, skulu kunna søkja um at fáa lestrarstuðul?

3. Um ja, nær kann ein slíkur møguleiki gerast veruleiki?

Svar
Ad 1: § 4, stk. 2 í lóg um lestrarstuðul og § 1 í kunngerð um lestrarstuðul flokka, hvørji sløg av útbúgvingum eru stuðulsheimilaðar. Hetta eru hægri útbúgvingar, styttri vinnuførleikagevandi útbúgvingar, miðnámsútbúgvingar, partar av miðnámsútbúgvingum ella útbúgvingar á framhaldsdeildarstigi fyri umsøkjara, ið eru fyltir 18 ár.

Føroyskt sum annaðmál passar ikki inn í verandi flokking/allýsing av útbúgvingum. Í verandi løtu er talan um fak/skeið, og ikki um eina sjálvstøðuga útbúgving sum soleiðis. Men arbeitt verður við at seta sjøtul á føroyskt sum annaðmál sum eina sjálvstøðuga útbúgving.

Tá útbúgvingin síðani er greitt definerað, eru broytingar í lógarverkinum neyðugar, um talan skal vera um eina stuðulsheimilaða útbúgving. Um útbúgvingin verður knýtt at eini verandi útbúgvingarkategori, so er talan bert um at víðka § 1 í kunngerðini. Um útbúgvingin verður ásett sum nýggj kategori, má § 4, stk. 2 í lógini og § 1 í kunngerðini broytast, umframt at § 18, stk. 1 í lógini má víðkast til at fevna um útbúgvingina.

Fyri at útbúgvingin skal verða stuðulsheimilað, má hon harumframt lúka treytirnar í lestrarstuðulsregluverkinum, m.a. § 2 í lógini (bústaðarskylda og tilknýti), ið eisini fevnir um lesandi við útlendskum ríkisborgaraskapi. Og § 4, stk. 1 í lógini (útbúgvingin skal verða skipað sum heiltíðarlestur, vera minst 3 fylgjandi mánaðir til longdar, vera ólønt og enda við próvtøku) og § 1 í kunngerðini.

Ad 2: Barna- og útbúgvingarmálaráðið arbeiðir við einum lógaruppskoti, sum skal vera grundarlag undir einum málskúla fyri tilflytarar, og sum eftir ætlan skal veita útbúgvingartilboð kring landið í føroyskum sum annaðmál fyri tilflytarar. Til lógina verður eisini útbúgvingarkunngerð og próvtøkukunngerð.

Ætlanin er tá eisini at viðgera spurningin um, hvørt føroyskt sum annaðmál skal verða stuðulsheimilað.

Ad 3: Spurningurin hongur saman við lóggávuni um føroyskt sum annaðmál, sum væntandi verður løgd fyri Løgtingið í heyst.

Harumframt skal játtanin til útbúgvingarstuðul eisini taka hædd fyri hesi útbúgving.

Djóni Nolsøe Joensen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo