Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fríggjadagin 19. august fer kórið TARIRA á stutta konsertferð til Reykjavíkar at luttaka á árligu mentanarnáttini, sum verður leygardagin 20. august.

Tað er føroyska sendistovan í Reykjavík, sum hevur boðið kórinum at luttaka og afturat TARIRA verða eisini onnur føroysk tónleikanøvn á skránni.

Konsertirnar við føroysku tónleikabólkunum verða í Kaldalón í Hørpuni, og TARIRA er á skránni kl. 16.45 leygardagin.

Á hesi konsertini syngur kórið føroyskt burturav og talan er um eina fjølbroytta samanseting av nýggjari og einstøkum eldri verkum, sum okkara fremstu tónaskøld hava skrivað.

Kórið hevur eisini eina aðra konsert fríggjakvøldið kl. 20.00 í Fríkirkjuni, sum liggur beint við Tjørnuna í miðbýnum.

Tá hevur kórið eisini, afturat teimum føroysku kórverkunum, eitt lítið úrval av yndissangum eftir m.a. Arvo Pärt og Jaakku Mäntyjärvi.

Luttøkan hjá TARIRA er stuðlað av NATA, Mentanargrunni Landsins, Loftbrúnni og MOWI.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo