Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Heilsumálaráðið:  At styrkja Fólkaheilsustýrið er ein av raðfestingunum í 2024 hjá Margit Stórá, landsstýriskvinnu í heilsumálum. Endamálið við raðfestingini er at fremja fyribyrging og fólkaheilsu og at tryggja yvirtøkuna av farsóttarmálsøkinum.

Fólkaheilsustýrið varð sett á stovn 1. januar í ár. Virksemið, sum áður var í Fólkaheilsuráðnum, Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Ílegusavninum, er nú í størsta mun savnað í Fólkaheilsustýrinum. Farið er undir at menna og skipa stovnin við viðkomandi førleikum og undirstøðukervi, sum skal tryggja stovninum hollan kunnleika til føroysk heilsuviðurskifti og samfelagsviðurskifti sum heild.

Endamálið við raðfestingini til Fólkaheilsustýrið í 2024 er samsvarandi tilmælunum í “Ætlan fyri Fólkaheilsustýrið í Føroyum” frá september 2021. Har er málið, at Fólkaheilsustýrið skal hava um hendi fólkaheilsuarbeiðið, heilsufremjan og fyribyrging. Tað vil siga, fólkaheilsuarbeiði, upplýsing og tiltøk innan fólkaheilsu sum heild, umframt styrkja heilsufremjandi og fyribyrgjandi partin av arbeiðinum við fólkaheilsu.

Fólkaheilsustýrið skal framhaldandi arbeiða við at menna og skipa stovnin til at veita heilsufakliga ráðgeving og vegleiðing, og er ætlanin, at arbeiðið á fyribyrgingarøkinum skal raðfestast. Í samstarvi við viðkomandi partar, skal ein nýggj fólkaheilsuætlan gerast fyri tíðarskeiðið 2024-2030.

Farsóttarmálsøkið verður yvirtikið á nýggjárinum
Í nýggja árinum verður farsóttarmálsøkið formliga yvirtikið, og Fólkaheilsustýrið fær ábyrgdina av at umsita økið.

Játtan er tí sett av til at styrkja Fólkaheilsustýrið til næsta stig, sum er at tryggja íverksetanina av farsóttarmálsøkinum, soleiðis at økið kann virka til fulnar á føroyskum hondum. Í hesum sambandi verður eitt nú arbeitt við at gera eina samstarvsavtalu millum føroyskar og danskar myndugleikar á farsóttarmálsøkinum. Harumframt verður eisini arbeitt við at gera eina farsóttartilbúgving, sum skal vera klár at seta í verk, tá ið tørvur verður á tí.

Farsóttarøkið fevnir um øll tey viðurskifti í føroyska samfelagnum, sum kunnu verða ávirkað av einari farsótt.

- Úrslitini av fyribyrgingarátøkum síggjast ikki beinanvegin, men er ein íløga í framtíðina. Ein neyðug íløga, sum skal verða við til at fremja fólkaheilsu og framtíðartryggja heilsuøkið. Tí er neyðugt at halda fast í ætlanini um at menna Fólkaheilsustýrið, sum er okkara myndugleiki á økinum, sigurt Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo