Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

M.C. Restorff og Eyðun Nolsøe, sum hava ferðast á ymiskum tónleikaleiðum, fara at hava felags konsert, har teir spæla sangir hjá sær sjálvum og tulka sangir hjá hvørjum øðrum.

Konsertin verður í Kongshøll í Silo í Havn leygarkvøldið 4. apríl kl. 19:00.

M.C. Restorff hevur í fleiri áratíggju skrivað, innspælt og útgivið gospeltónleik, sum føroyingar hava tikið til sín.

Sangir sum »Føroyingar«, »Heldur Akker Títt«, »Meistarans Hond« og »Náðin frá tær« eru nakrir av sangunum, sum fólk kenna frá útgávum hjá M.C. Restorff.

Eyðun Nolsøe hevur sum partur av Frændum og sum solistur skrivað og sungið nógvar landaplágur ­– eitt nú »Mítt Land«, »Hvítar Flykrur«, »Dansa« og »80’ini«.

M.C. Restorff og Eyðun Nolsøe hava verið virknir í hvør sínum tónleikaumhvørvi, men teir hava teir tað í felag, at teir eru framúr sangskrivarar, sum hava gjørt eina lang røð av sangperlum til føroyingar.

Nú verður sjáldsamt høvi at hoyra M.C. Restorff og Eyðun Nolsøe spæla saman á somu konsert.

Atgongumerki kunnu keypast á heimasíðuni atgongumerki.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo