Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Ein av stóru veitarunum innan kunningartøkni í Føroyum, Partafelagið Formula i Havn, hevði methøgan bruttovinning í fjør, heilar 80 mió kr tá deildirnar uttanlands eru taldar við. Tað er áleið 8 mió kr meira enn árið frammanundan. Men av tí at serliga starvsfólkakostnaðirnir eisini vuksu, so endaði úrslitið áðrenn rentur á nøkurlunda tí sama bæði árini, beint undir 16 mió kr. Starvsfólkahópurin vaks úr 92 til 97 fólk, sæst í roknskapinum.

Úrslitið eftir skatt var tó eitt kvink betri í fjør enn fyrraárið. Tað var 13,5 mió kr í 2023 í mun til 12,8 mió kr í 2022. Orsøkin til bøtta úrslitið skal finnast í minni fíggjarligum útreiðslum og størri úrsliti av kapitalpørtum.

Í frágreiðingini sigur leiðslan, at árið var hampuligt, og hon fegnast um, stóra eftirspurningin og góðu starvsfólkini, hon hevur til at lofta eftirspurninginum.

- Vit fegnast um, at alt fleiri veitingar, sum áður vórðu útvegaðar av útlendingum, nú verða útvegaðar av føroyingum, tí hetta er við til at styrkja føroyskar førleikar og kappingarføri (...) Vit fegnast um, at útlandið framhaldandi er ein virkin partur av rakstrinum hjá Formula, og at virksemið á hesum øki er vaksandi. Útflutningurin gevur okkum møguleikar at menna loysnir, sum annars ikki hevði verið møguligt fíggjarliga.  

Javnin hjá Formula var 90 mió kr við ársbyrjan, eginpeningurin var 33 mió kr, og eigararnir fingu sum teir plaga dastið av vinninginum útgoldið sum vinningsbýti.

Fróði Magnussen er forstjóri í Formula.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo