Um tú ert fátækur, men vilt verða ríkur, veldst ikki so nógv um hvat tú tjenar, sum hvussu tú hugsar
- George Gilder

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Landsliðið í bridge hevur leikt seg í fjórðingsfinaluna í stórari altjóða bridgekapping, sum verður leikt á netinum.

Kappingin verður nevnd BBO InterCity League, og fleiri enn 100 lið úr øllum Evropa hava luttikið.

Tað var sum liður í fyrireiking til Small Nations kapping, sum var leikt í Serbia síðst í oktober, at føroyingar meldaðu seg til hesa sterku kappingina.

Føroyar vann sín bólk, har eitt nú vinnandi liðið frá í fjør luttók.

Í gjár leiktu Føroyar 1/8 finalu dyst móti einum sterkum liði frá Wales, sum føroyingar vunnu stórt. Á føroyska liðnum í 1/8 finaluni leiktu Arne Mikkelsen, Bogi Simonsen, Dánjal Pauli Mohr og Árni M. Dam

Fjórðingsfinalurnar verða leiktar á Bridge Base Online mikukvøldið 18. desember kl 20.

Fólk kunnu fylgja við dystinum her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo