Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sum ‘hvítum manni’ leiðist mær við at fáa skyldina fyri verðsins vanlukkur.

Ein ryggklappari hjá tí ringasta av 46 amerikanskum forsetum skuldsetti í vikuni okkum vesturlendingar fyri, at 750.000 afrikansk/muslimsk landastrok bíða í libyskum savningarlegum eftir at verða smuglað til Italia og so Evropa.

Mær rann til hugs eitt skúladømi av mongum um, hvør er frægast førur fyri at skipa eitt samfelag enn tey fólk, sum bygdu Vesturheimin og okkara mentan.

Meðan vit bíða eftir tí ruðuleikanum í Suðurafrika, tá svarti meirilutin (60 mió fólk) hevur rikið hvíta minnilutan (4,5 mió) úr landinum so hetta hugarensl.

Landið, eg ofta hugsi um, liggur beint norðan fyri Suðurafrika og æt Rhodesia.

Í 1965 samtykti ráðandi flokkurin, Rhodesian Front, undir leiðslu av Ian Smith, at loysa hjálandið frá Bretlandi og stovna egið ríki.

Rhodesia (nú Zimbabwe) er sum Frakland til ummáls, tá við 5 mió íbúgvum.

Hvíti minnilutin taldi eini 250.000 fólk (5%) við tí mesta politiska valdinum.

Hundrað túsund-tals svartir bøndur áttu jørð og livdu av landbúnað.

4.000 hvítir bøndur áttu ta bestu jørðina og høvdu 100 1000-tals svørt í vinnu.

Tey hvítu í høvuðstaðnum Salisbury áttu tænastu- og ídnaðarvinnur, handil, bankar, flutning og umsiting av Rhodesia. Teknisk vitan var í hvítum hondum.

Løgreglan og hermegin vóru mannað av hvítum, ið ráddu, og svørtum.

Landið var ríkt og fult av gulli, platinum, diamantum, nikkel o.ø mineralum.

Rhodesia var so væl útbygt við so sterkum landbúnað, at tað varð kallað ‘breyðkurvin í Afrika’ og føddi umframt síni egnu eisini stóran part av Afrika.

Bert Suðurafrika undir leiðslu av apartheid-stjórnini hevði størri búskap og hægri livistøði enn Rhodesia fyri serliga hvíta, men eisini svarta fólkið.

Valrætt høvdu øll við útbúgving og førleika til at reka eitt framkomið samfelag.

So var friðurin úti
Eftir einvegis rhodesiskt sjálvstýri í 1965 byrjaði bretska Labour-stjórnin hjá Harold Wilson eina altjóða herferð við handilsstongsli o.ø. búskaparátøkum at avbyrgja hvítt stýrda Rhodesia.

Sovjet-blokkurin í ST og altjóða felagskapir stuðlaðu dúgliga boykottunum.

At byrja við fall hvítu hermegini hjá Ian Smith-stjórnini lætt at halda lokalum uppreistrarbólkum niðri. Teir svørtu partisanarnir taptu hvønn samanstoyt.

Men sum frá leið øktist mótstøðan móti stýrinum hjá Ian Smith, Rhodesian Front, og mótstøðan fekk vaksandi undirtøku og fleiri vápn uttaneftir.

Í 1975 versnaði støðan hjá hvítu leiðsluni í Salisbury, tá ein kollvelting í Lissabon gav portugisisku hjálondunum sjálvstýri.

Angola og Mozambik fingu marxistiskar stjórnir, so Rhodesia misti atgongd til Indiska havið, haðan teir høvdu fingið boykottaðar vørur og útgerð.

So var bara Suðurafrika eftir til at forsýna tað avbyrgda Rhodesia.

Sovjet stuðlaði einum uppreistarbólki við støðum í Zambia undir leiðslu av Joshua NComo og Kina stuðlaði einum øðrum marxistiskum flokki við støðum í Mozambik undir leiðslu av Robert Mugabe.

Ian Smith tapti, Mugabe vann
Rhodeskir hermenn drupu 50 svartar uppreistrarmenn fyri hvønn falnan hvítan hermann undir tí 15 ára langa ‘bush war’.

Sjálvt tað varð nyttuleyst, tá amerikanska stjórnin hjá Jimmy Carter (ringasta forseta til Biden) gav apartheid-stýrinum í SA 10 ár til at innføra svart meirilutastýri í Suðurafrika, afturfyri at Pretoria gavst at selja Salisbury olju.

Tá legði Ian Smith kongin. Í friðaravtalu í London, við Thatcher-stjórnini sum semingsparti, skuldi frítt val haldast í 1980 um framtíðina hjá Rhodesia.

Robert Mugabe vann valið í nýggja Zimbabwe við stórum meiriluta, tí hansara Shona-stamma taldi 70% av landsins fólki.

Tey hvítu fingu tryggjað ávís politisk rættindi, og fólkið í Zimbabwe tók undir við, at nýggja landinum tørvaði øll tey hvítu, sum høvdu stýrt og vóru neyðug, so framburður kundi halda fram við nýggjari svartari stjórn.

Fyrst framburður, síðan ruðuleiki
Ncomo var leiðari fyri næst størsta flokki, stuðlaður av Ndebele-ættini.

Í 1983-87 fekk Mugabe (forseti fyri lívstíð) Kim Jung-il, diktator í Norðurkorea, at senda herlið til Zimbabwe, har teir drupu 20-30.000 Ndebele fólk.

Vestanlond gartaðu um hvítt stýrda Rhodesia til 1980. Síðan var gravartøgn.

Bretland, USA o.o. vestanlond játtaðu milliardir í menningarhjálp, m.a. so at Mugabe-stjórnin kundi gjalda hvítum bóndum, um hon vildi keypa jørð frá teimum til svartar bøndur at velta.

Men nýggju svørtu politikararnir løgdu hald á peningin og tvingaðu 1000-tals hvítar bøndur at flýggja av gørðunum uttan endurgjald. Mong vórðu dripin.

Mugabe innførdi reina sosialismu og persónligt harðræði.

Eisini onnur hvít máttu rýma úr landinum, tí búskapurin steðgaði upp av mutri, korruptión, ruðuleika og ódugnaskapi.

Zimbabwiska gjaldoyrað misti alt virði av miljóna % inflatión ár um ár.

Sosialisma spillir alt, hon nertur við
Nøkur val vórðu hildin undir Mugabe, men tey vóru bert glantrileikur.

Einflokkastýrið helt fram, og javnan terroriseraðu sonevndir veteranar hjá Mugabe landið aftur fyri jørð frá teimum hvítu, sum vóru flýdd ella myrd.

Mugabe gav politiskum skutilsveinum teir bestu garðarnar aftur fyri stuðul.

Nú eru bert eini 10.000 eldri hvít fólk í Zimbabwe, ið ikki hava ráð at rýma.

Mugabe misti konuna av elli og giftist tí oyðslutu Grace, 40 ár yngri enn hann.

Tann fína ‘Gucci-Grace’ skuldi gerast forseti eftir tá 93 ára gamla mannin. Men tað loypti øði í landsins politisku og hernarligu leiðslu.

Í 2017 rak herleiðslan Mugabe úr starvi og í húsavarðhald. Hann doyði 95 ára gamal á einum sjúkrahúsi í Singapore, millióningur av stolnum pengum.

Knælandi’ ella ‘standandi’
Nýggju leiðararnir, forsetin eitur Emmerson Mnangagwa (ja, har er nógv ‘gaggagg’), hava einki megnað at bøtt í tí blóðfátæka landinum.

Í dag er status tann, at fólkatalið er bólgnað til 17 mió, harav 5 mió búgva uttanlands.

Miðal inntøkan er 6.000 kr árliga (15 kr um dgin). 21% av fólkinum liva fyri undir 10 kr dagliga.

Miðal livialdurin er 62 ár hjá kvinnum og 59 ár hjá monnum (25 ár lægri enn her).

Alt vanligt virksemi í landinum er steðgað upp. Arbeiðsloysið er 90%.

Longu í 2000, eftir bert 20 ár við sosialismu, hevði marxisturin Mugabe broytt afrikansku ‘breyðkurvina’ (Rhodesia) til ‘biddaraskálina’ (Zimbabwe).

Í heimsfevndu øsingini ímóti hvíta minnilutastýrinum hjá Ian Smith skrivaði Zakarias Wang í 1977, at tey svørtu vildu heldur ‘doyggja standandi enn liva knælandi’.

Í dag høvdu tey flestu tilkomnu, ið minnast gamla, hvítt stýrda Rhodesia, heldur valt at liva uppreist og mett undir Ian Smith enn á knæ svong undir Mugabe (ella Mnangagwa).

Nú liva bert sosialistisku leiðararnir í Zimbabwe ‘uppreistir’, øll restin av fólkinum grulva sum kloddafil á knøunum.

Altjóða hvítir sum aðrir sosialistar áttu at spart okkum miðal hampa hvítu fyri teirra egnu politisku skuldarkenslu, fávitsku og óreinsku.

Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo