Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Innsent: Komandi tríggjar vikurnar standa tvey sera spennandi tiltøk fyri framman hjá Eivør.

Undanfarnu vikur hevur Eivør verið á konsertferð í USA. USA er ein stórur og spennandi marknaður, men eisini ein marknaður, ið tekur tíð at vinna. Seinastu árini hevur tað gingið væl, og lurtaraskarin hjá Eivør er framhaldandi vaksandi. 

Í kvøld stendur Eivør so frammanfyri einari av sínum allarmest spennandi tónleikaupplivingum, tá hon trýnir á pallin á Red Rocks Amphitheatrinum í Denver. Har fer hon at framføra fyri 9000 fólkum uppi á stórslidna reyðlitta fjallalendinum. Red Rocks Amphitheater er eitt heilt serligt spælistað, ið 11 ferðir hevur vunnið Pollstar virðislønina fyri at verða besta uttandura spælistað, so ivaleyst hevur hettar staðið okkurt serligt at bjóða uppá. 

Men eisini um okkara leiðir henda spennandi ting hjá Eivør, m.a. tá hon tann 10. mai fer á pall í Royal Albert Hall í London, har hon fer at framføra við sínum føroyska bólki.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo