Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið: Dennis Holm, landsstýrismaður, hevur gjørt av at hækka hámarkið, sum hvørt skip kann fiska av felags makrelkvotuni sambært § 18 a í makrelkunngerðini. Hámarkið verður hækkað úr 4.500 tonsum upp í 6.000 tons.

Sambært makrelkunngerðini kann landsstýrismaðurin, um líkindi eru fyri, at tann flutta kvotan ikki verður fullnýtt, broyta ella taka burtur hámarkið.

Við støði í skrásettari veiðinøgd higartil av fluttu makrelkvotuni tilsamans og fyri hvørt skipið sær, og samanhildið við, hvat skip hava eftir at fiska av teirra egnu kvotum, og at vertíðin fyri makrelfiskiskapin í føroyskum og altjóða sjógvi fer at halla, er niðurstøða gjørd um, at líkindi eru fyri, at tann flutta kvotan ikki verður fullnýtt.

Tískil hevur Dennis Holm, landsstýrismaður, tikið avgerð um at hækka hámarkið, sum er ásett í § 18 a, stk. 2 í makrelkunngerðini úr 4.500 tonsum upp í 6.000 tons.

Broytingin fær gildi beinanvegin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo