Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Týska fórbóltslegendan Franz Beckenbauer er deyður, 78 ára gamal.

Beckenbauer gjørdist heimsmeistari sum leikari í 1974 og sum venjari í 1990.

– Keisarin er deyður, skrivar Bild.

Bæði Bild og Kicker skriva, at Beckenbauer seinnu árini stríddist við heilsutrupulleikar; hjartaoperasjónir, eygnasjúku og Parkinsons við hartilhoyrandi demens.

Beckenbauer var føddur í München, og var við til at tryggja Bayern München fýra týsk meistaraheiti frá 1968 til 1974.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo