Russland ger sær ómak at dylja, hvar Vladimir Putin er, millum annað við ”dubleantum”. Men kortini veit Ukraina ofta, hvar bæði hann og Jevgenij Prigozjin eru, skrivar TV 2.
Tað sigur talsmaður fyri ukrainsku fregnartænastuna, Andrij Jusov, í samrøðu við Kyiv Post.
Meðan Vladimir Putin er ein ”sera vardur persónur”, er Prigozjin ”kanska tann minst vardi millum russisku maktelituna”, sigur Andrij Jusov.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo