Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vága kommuna: Hósdagin 25. apríl kl. 16.00, verður skipað fyri flaggdagshaldi í Skúlanum á Giljanesi.

Sum vant, verður skrúðgonga úr Miðvági og Sandavági inn á Giljanes. Byrjað verður at ganga úr Miðvági kl. 15.30 frá bygdaskúlanum, og úr Sandavági kl. 15.30 frá Virkishúsinum við Ánna. Inni á Giljanesi spælir Sørvágs tónleikarafelag, Bjarni Prior, borgarstjóri bjóðar vælkomin, og síðan verður tað Fróði Magnussen, formaður í Búskaparráðnum, sum í ár heldir flaggdagsrøðuna.

Skótalið Mikkjals á Ryggi skipar fyri skrúðgonguni. Vónandi møta ítróttarfeløg og onnur fjølment til skrúðgonguna. Aftaná flaggdagshaldið selja skótarnir kaffi/te og vaflur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo