Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Talan er um illa smittandi virusið H5N1 sum fyrst bara rakti fuglar, men síðani eisini fór at spjaða seg ímillum súgdjór. Tað nýggjasta er, at mjólkineyt í fimm ymiskum statum i USA er blivin smittað, eins og eitt starvsfólk á einum av gørðunum.

Lone Simonsen sum granskar á stovninum PandemiX við Roskilde Universitet sigur við Jyllandspostin, at henni als ikki dámar gongdina.

- Enn vita vit ikki, hvussu álvarlig støðan er. Men tað ber til at siga, at virusið er komið á venjingarlegu í øðrum súgdjórum. Har lærir tað seg at mutera so tað at enda eisini kann smitta menniskju, sigur hon.

WHO sigur, at síðani 1996 eru 888 dokumenteraðir tilburðir av at menniskju eru smittað av H5N1. Av teimum er helvtin deyð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo