Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Stoyt: Komandi vikuskifti verður tað danska meistaraheitið hildið í Herning Sportscenter. Við í kappingini luttaka fýra lyftarar hjá Stoyt. Lyftarirnir eru Niels Áki Mørk, Pól Hendrikur Andreasen, Asta Egilstoft Nielsen og Julia Tormansdóttir Jacobsen.

Kappingin byrjar fríggjadagin, har bæði Niels og Pól skulu á pallin. Kjansirnir at báðir tveir koma heim við gullinum, eru sera góðir. Tí báðir tveir hava áður vunnið danmark meistaraheitið.

Leygardagin skal Asta royna seg. Hetta er seinna danmark meistaraheitið hjá Astu. Síðsta ár bleiv Asta nummar 9, og í ár fer hon at royna at betra um sítt úrslit.

Síðsi Stoyt lyftarin á pallinum verður Julia. Hon lyftur sunnudagin. Julia hevði kvalifisera seg til DM síðsta ár, men lá tað ikki fyri hjá henni at luttaka. Í ár liggur betri fyri hjá Juliu, og hon fer at royna seg eftir einum heiðursmerki. Hetta er síðsta árið hjá Juliu sum junior lyftari, og hon skal eisini luttaka í norðurlendsku meistaraheitinum fyri juniorar, seinni í ár.

Við hesum lyftarinum eru tveir venjarar, Frank Petersen og Pól Hendrikur Andreasen. Frank er dagligur venjari hjá Niels og Pól. Asta og Julia hava Pól sum dagligan venjara.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo