Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Mánadagin 20. novembur kl. 19 verður almennur fyrilestur á Glasi um ung og rúsevnir. Danski serfrøðingurin, Christopher Schmitz, fer at greiða frá, hvussu hassj kann ávirka ung og lívsleið teirra.

Fyrilesturin er almennur og fyri øll – foreldur, ung, avvarðandi, faktfólk, politikarar og annars øllum áhugaðum. Hann varir ein góðan tíma. Aftaná verður kjak, har tað ber til at seta spurningar. Eisini verður ein kaffimuður at fáa og tónleikainnslag við Kim Hansen og Jens Marna Hansen verður eisini á skránni. Tiltakið er ókeypis.

Fyrilesturin er partur av tiltakinum “Ung & Hassj 2023”, sum Rúsráðgevingin við Menu Joensen skipar fyri í samstarvi við lestrarvegleiðingina á Glasi, Tórshavnar Kommunu og ADHD-felagið.

Endamálið við tiltakinum er at økja vitanina um, hvussu hassjnýtsla og -missnýtsla kann ávirka trivna, læring og kognitivu førleikarnar hjá teim ungu. Hetta hevur aftur avleiðingar hjá tí einstaka fyri uppmøting í skúlahøpi, sálarligu heilsuna og tilknýtið til arbeiðsmarknaðin sum vaksin.

Júst tí er tað sera umráðandi at fyribyrgja, at ung byrja at roykja hassj, og í øðrum lagi at fáa tey at halda uppat við at gera tað, sigur Mena Joensen, rúsráðgevi og stigtakari.

Christopher Schmitz hevur drúgvar royndir sum rúsevnisviðgeri og -undirvísari. Hann hevur skrivað tvær viðurkendar bøkur um hassj, og javnan verður heitt á hann frá donsku politisku skipanini at greina hassjtrupulleikan í Danmark.

Christopher Schmitz fer at leggja fram nýggjastu granskingina um avleiðingarnar av regluligari hassjnýtslu. Eisini fer hann at greiða frá sínum drúgvu, praktisku royndum við arbeiðsháttum at fyribyrgja og basa hesum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo